Kaliumklorid FAP 75 mg/ml oralur loysingur A12BA01

Les kunningarlepan væl, áðrenn tú byrjar at taka Kaliumklorid. Týdningarmiklar upplýsingar standa á honum.

Tú kanst fáa Kaliumklorid í handkeypi.

  • Goym kunningarlepan. Tað kann vera gott hjá tær at kunna lesa hann aftur.
  • Spyr á apotekinum, vilt tú fáa meira at vita. 
  • Tosa við læknan ella apotekið, verða hjáárin verri, ella tú fært hjáárin, sum ikki eru nevnd á kunningarlepanum.

Yvirlit yvir kunningarlepan

  1. Virknaður og nýtsla
  2. Hetta skalt tú vita, áðrenn tú tekur Kaliumklorid
  3. Soleiðis skalt tú taka Kaliumklorid
  4. Hjáárin
  5. Soleiðis skalt tú goyma Kaliumklorid
  6. Aðrar upplýsingar

1. Kaliumklorid - virknaður og nýtsla

  • Kaliumklorid er heilivágur, ið verður brúktur til at fyribyrgja ella viðgera kaliumtrot í blóðinum. 
  • Kaliumklorid er eitt týðandi ískoyti til elektrolytjavnvágin í blóðinum og virkar í ymiskum fysiologiskum prosessum (nervum, nýra, kyknum, beinagrind, hjarta og vøddum)
  • Læknin kann hava ávíst aðra nýtslu. Ger altíð eftir ávísing frá lækna.

2. Hetta skalt tú vita, áðrenn tú tekur Kaliumklorid

Tak ikki Kaliumklorid, um tú:

  • ert ovurviðkvæmur fyri kaliumklorid ella einum av hinum innihaldsevnunum, ið eru í Kaliumklorid.
  • hevur álvarsamt niðursett nýravirki.
  • hevur ov høgt innihald av kalium, klorid ella kálki í blóðinum.
  • hevur álvarsamar broytingar í vatn- ella saltmongdini í kroppinum.
  • hevur Addisons sjúku og ikki ert í viðgerð fyri sjúkuna.

Tosa við læknan, áðrenn tú tekur Kaliumklorid, um tú:

  • hevur niðursett nýravirki.
  • hevur niðursett hjánýravirki.
  • hevur hjartasjúku.
  • evur bráðfeingis vætutrot.
  • hevur bráðfeingis skaða á vevnaði, orsakað av ringum brunasári.

Legg til merkis, at Kaliumklorid inniheldur parabenir (methylparahydroxybenzoat (E 218) og propylparahydroxybenzoat (E 216). Hetta kann geva ovurviðkvæma reaktión (kann koma aftaná viðgerð).

Onnur heilivágsnýtsla: Sig læknanum frá, um tú ert í viðgerð við øðrum heilivági. Kaliumklorid inniheldur alkohol. Tak ikki Kaliumklorid, um tú ert í viðgerð við Antabus ella metronidazol (fyri ígerð). Tosa við læknan.

Tú ert í størri vanda fyri at fáa ov høgt kalium í blóðinum, um tú samstundis sum Kaliumklorid tekur hendan heilivág:

  • ávísan heilivág fyri ov høgt blóðtrýst (ACE-tarnari).
  • kaliumsparandi heilivág og vatndrívandi heilivág (spironolacton, furosemid, eplerenon, bumetanid).
  • heilivág, ið inniheldur kalium.
  • heilivág, ið verður nýttur aftaná transplantatión (tacrolimus).

Matur, drekka og alkohol: Kaliumklorid eigur at verða tikið saman við mati, men hetta er ikki neyðugt. Kaliumklorid inniheldur alkohol. Heilivágurin inniheldur 1,7 % V/V alkohol, tvs. uml. 270 mg í einum skamti (20 ml). Kann vera skaðiligt fyri alkoholikarar.

Barnakonur: Kaliumklorid skal bert at verða tikið í samráð við lækna, um ein er við barn.

Bróstageving: Kaliumklorid skal bert at verða tikið í samráð við lækna, um tú gevur bróst.

Ferðslu- og arbeiðstrygd: Kaliumklorid ávirkar ikki arbeiðstrygdina ella førleikan at koyra bil og vera tryggur í ferðsluni.

3. Soleiðis skalt tú taka Kaliumklorid

Vaksin og eldri: 10 - 20 ml 2-3 ferðir um dagin.

Viðgerð fyri kaliumtrot: Eftir leiðbeining frá lækna. Viðgerðin er serstøk fyri tann einstaka og skamtur verður settur út frá innihaldinum av kaliumi í blóðinum.

Børn og ung undir 18 ár: Børn undir 18 ár eiga bert at taka Kaliumklorid í samráð við lækna, vegna innihaldið av lakressi.

Nýru starva ikki nóg væl: Tað kann verða neyðugt at broyta skamtin um tú hevur niðursett nýravirki í mildum til moderatum formi. Set teg í samband við læknan.

Hevur tú tikið ov nógv Kaliumklorid: Set teg í samband við læknan, skaðastovuna ella apotekið, hevur tú tikið meira Kaliumklorid, enn tað stendur á hesum kunningarlepanum; ella fleiri, enn læknin hevur ávíst, og tú kennir teg illa fyri.

Um tú tekur ov nógv kaliumklorid, so verður innihaldið av kaliumi í blóðinum ov høgt. Tekin um, at tú hevur tikið ov nógv Kaliumklorid kunnu vera veiklyndi, sovandi kensla í hondunum og fótunum, vøddaveikleiki ella fjáltur. Eisini kann hetta viðføra lammilsi, lágt blóðtrýst við svimbli, óregluligt hjartalag, hjartasteðg og EKG-broytingar.

Hevur tú gloymt at taka Kaliumklorid: Tú mást ikki taka dupultan skamt í staðin fyri skamtin, tú hevur gloymt. Tú skal bert taka næsta skamtin sum vant.

4. Hjáárin

Kaliumklorid, eins og allur annar heilivágur, kann hava við sær hjáárin. Niðanfyristandandi hjáárin eru sæð fyri heilivág sum innihalda Kaliumklorid.

Ikki vanlig hjáárin (fáa 1 – 10 av 1.000, sum eru í viðgerð): Veiklyndi, sovandi kensla í hondunum og fótunum, vøddaveikleiki ella fjáltur, sum avleiðing av ov høgum kaliumi í blóðinum.

Sera sjáldsom hjáárin (fáa 1 – 10 av 10.000, sum eru í viðgerð): Álvarslig ávirkan av blóðinum, sum kann vísa seg við møði, bløðingar frá húðini og slímhinnum, ígerð, sár í maga og tarmi og hol í tarminum.

Sera sjáldsom ella sjáldsom hjáárin (fáa 1 – 10 av 100.000, sum eru í viðgerð): Ov høgt blóðtrýst, skriði, útslett, notufepur, vaml, magapína, magakrampar, luft í maga og leysan maga.

Eru álvarslig sjúkuhjáárin, ring so 112 ella far beinanvegin til læknan ella á skaðastovuna.

Upplivir tú hesi hjáárin, ella fært tú onnur hjáárin enn tey, ið standa á kunningarlepanum, sig so læknanum ella apotekinum frá, so at betur fæst at vita um hjáárinini og títtleikan. Sig eisini læknanum ella apotekinum frá, um tú fært hjáárin, sum eru áhaldandi ella ørkymla teg. Neyðugt kann vera at viðgera teg fyri hjáárin.

5. Soleiðis skalt tú goyma Kaliumklorid

Krógvið Kaliumklorid fyri børnum.

Kaliumklorid miskturur hevur ikki serligar goymslutreytir. Nýt ikki Kaliumklorid eftir seinasta lokadag.

Lat altíð heilivágsleivdir inn á apotekið til burturbeining.

6. Aðrar upplýsingar

Kaliumklorid FAP oralur loysingur hevur í sær hetta virkna evnið: Kaliumklorid

Hini evnini eru: Reinsað vatn, stjørnuanis olja, methylparahydroxybenzoat (E 218), propylparahydroxybenzoat (E 216), glycyrrhizae (lakress), ammoniumhydroxid, glycerol, ethanol (1,7 vol %).

Útsjónd og stødd á ílati: Kaliumklorid FAP oralur loysingur er klár ella næstan klár brún væta og luktar av lakressi. Onkuntíð tykist lítil bitil av lakressi. Kaliumklorid FAP oralur loysingur fæst í glasfløskum við 500 ml.

Hevur tú fleiri spurningar, skalt tú seta teg í samband við Framleiðsluapotekið á tlf. 404040 ella umvegis fap@apotek.fo.

Upplatingartíðir