Kodimagnyl FAP 500 mg/9,6 mg/150 mg tabl. N02AJ07

Les kunningarlepan væl, áðrenn tú byrjar at taka Kodimagnyl. Týdningarmiklar upplýsingar standa á honum.

Tú kanst fáa Kodimagnyl tablettir í handkeypi. Pakkar á fleiri enn 20 tablettir er forskriftaheilivágur og er persónligur.

  • Goym kunningarlepan. Tað kann vera gott hjá tær at kunna lesa hann aftur.
  • Spyr á apotekinum, vilt tú fáa meira at vita.
  • Tosa við læknan ella apotekið, verða hjáárin verri, ella tú fært hjáárin, sum ikki eru nevnd á kunningarlepanum.

Yvirlit yvir kunningarlepan

  1. Virknaður og nýtsla
  2. Hetta skalt tú vita, áðrenn tú tekur Kodimagnyl
  3. Soleiðis skalt tú taka Kodimagnyl
  4. Hjáárin
  5. Soleiðis skalt tú goyma Kodimagnyl
  6. Aðrar upplýsingar

1. Kodimagnyl - virknaður og nýtsla

  • Kodimagnyl er heilivágur, ið linnar veika til moderata pínu, sum t.d. høvuðpínu, menstruatiónspínu, tannapínu, vødda- og liðapínu.
  • Kodimagnyl inniheldur pínustillandi heilivágin acetylsalicylsýru, sum er Nonsteroidt antiinflammatorisk evni (NSAID) og kodien. Kodymagyl inniheldur eisini evni magnesiumoxid, sum virkar fyri magasýru og harðan maga.
  • Læknin kann hava ávíst aðra nýtslu. Ger altíð eftir ávísing frá lækna.

2. Hetta skalt tú vita, áðrenn tú tekur Kodimagnyl

Tak ikki Kodimagnyl, um tú:

  • ert ovurviðkvæmur fyri acetylsalicylsýru, kodein, magnesiumoxid ella einum ella fleiri av hinum evnunum, sum eru í.
  • hevur fyrr fingið eyðkenni fyri ovurviðkvæmi ella eyðkenni líkum astma, tá ið tú hevur brúkt heilivág fyri pínu (av slagnum NSAID, acetylsalicylsýru ella paracetamol).
  • nýliga hevur bløtt frá maganum ella tarmunum (tú spýrt blóð, og/ella skarnið er svart).
  • hevur lyndi til at bløða, t.d. at tú hevur k-vitamintørv, bløðarasjúku ella blóðplátutørv.
  • hjartað, livurin ella nýruni starva ógvuliga illa.
  • ert við barn í 7. – 9. mánaði.
  • um tú gevur bróst
  • veitst, at tú umskapar kodein til morfin, skjótari enn vanligt.
  • børn yngri enn 15 ár, og sum hava fepur, skulu ikki taka Kodimagnyl.

Tosa við læknan, áðrenn tú tekur Kodimagnyl, um tú:

  • hevur astma, ert trongur, hevur bronkitis og nógvan munnráka, hostar slím upp ella hevur ovurviðkvæmi.
  • hevur lyndi at hava trekan ella ilt av maganum t.d. magasár.
  • ert sjúkur í magaslímhinnuni.
  • livurin ella nýruni starva ikki so væl, sum tey skulu.
  • skal verða koppsettur fyri skáldkoppar.
  • hevur evnisskiftissjúku (hevur ikki kveikan glucosu-6-phosphofat dehydrogenase).
  • tekur blóðtynnandi heilivág.
  • um tú fyrr hevur fingið ógvusliga ovurviðkvæma reaktión av heilivági við 5- aminosalicylsýru ella úrevnum av 5-aminosalicylsýru.

Tekur tú meira heilivág, enn fyriskipað, kanst tú fáa lívshættisliga eitran. Hevur tú illgruna um, at tú hevur tikið ov nógvan heilivág, skalt tú beinanvegin seta teg í samband við lækna.

Ert tú eldri, eigur tú ikki at taka Kodimagnyl javnan – av vanda fyri at fara at bløða frá maganum og tarmunum.

Skalt tú undir skurð, skalt tú gevast at taka Kodimagnyl nakrar dagar áðrenn. Spyr læknan.

Kodimagnyl kann ávirka úrslitið av blóð- ella landroynd.

Tekur tú pínudoyvandi heilivág í longri tíðarskeið – hvør hann so er – kanst tú fáa verri høvuðpínu og oftari. Slík høvuðpína verður nevnd pína av ovurheilivágsnýtslu. Set teg í samband við læknan, fært tú dag og dagliga herðindi av høvuðpínu, tá ið tú tekur Kodimagnyl.

Í livrini verður kodein umskapað til morfin av einum kveika. Morfin er tað evnið, sum hevur tann pínustillandi virknaðin. Summi hava ein variant av hesum kveika, ið ikki kann umskapa kodein til morfin og onnur hava ein variant, ið bert kann umskapa í smáum mongdum, sum ikki gevur pínulinna. Onnur kunnu harafturímóti hava ein variant, ið umskapar kodein til morfin í størri mun enn vanligt, og hesi hava tí eisini størri møguleika fyri at fáa álvarsom hjáárin. Um tú upplivir hesi álvarsomu hjáárin, set seg so beinanvegin í samband við lækna: Seinan ella grunnan andadrátt, fjáltur, lítið sjónop, vaml, spýggja, harðan maga og minkaðan matarlyst.

Børn og ung:

  • Bør undir 12 ár skulu ikki hava Kodimagnyl, vegna vanda fyri álvarsligum andadráttstrupulleikum. Børn yngri enn 15 ár, og sum hava fepur, skulu ikki taka Kodimagnyl.
  • Børn yngri enn 15 ár skulu bert at taka Kodimagnyl í samráð við lækna.
  • Børn og ung undir 18 ár, sum hava tikið burtur mandlur ella leggvøkstur, vegna overvaðan andadrátt undir svøvni, skulu ikki taka Kodimagnyl.
  • Børn og ung undir 18 ár, sum hava trupulleikar við andadráttinum, eiga ikki at fáa heilivág, ið inniheldur kodein. Orsøkin er, at eyðkennini fyri morfineitran kunnu gerast verri.
  • Lítil børn kunnu fáa ov høga mongd av magnesiumi í blóðinum, um tey fáa heilivág, ið inniheldur magnesiumhydroxid, serliga um tey hava lækkað nýravirki ella eru dehydrerað.

Onnur heilivágsnýtsla: Sig læknanum frá, um tú ert í viðgerð við øðrum heilivági ella fyri stuttum hevur brúkt annan heilivág. Tað kann vera neyðugt at broyta heilivágsskamtin ella skifta til aðra viðgerð. Tað er galdandi fyri:

  • heilivág fyri ov nógva magasýru
  • heilivág fyri tunglyndi (SSRI)
  • heilivág fyri at pissa ov ofta (tolterodin)
  • heilivág (tablettir) til viðgerð fyri sukursjúku
  • blóðtynnandi heilivág (phenprocoumon, warfarin, clopidogrel, eptifibatid, heparin)
  • ávís sløg av heilivági fyri hjartað (betablokkari, calciumantagonistar, ACEtarnarar)
  • vatndrívandi heilivág (furosemid, spironolacton)
  • heilivág fyri pínu (NSAID, opioidir)
  • heilivág fyri ígerð (rifampicin, tetracyclin, flourquinolonir)
  • heilivág fyri landsýrugikt (probenecid)
  • heilivág fyri ávísum sløgum av gikt og krabbameini (methotrexat)
  • heilivág fyri hæddarsjúku og grønstar (acetazolamid)
  • heilivág fyri epilepsi (valproat, acetazolamid)
  • koppingarevni fyri skáldkoppar
  • náttúruheilivág ella kostískoyti við ginkgo biloba
  • hjánýrabørkhormon
  • stillandi heilivág ella heilivág at sova av
  • heilivág við salicylsýru

Um Kodimagnyl verður tikið saman við stillandi heilivági, so sum benzodiazepinum ella líknandi heilivági, so økist vandin fyri dølskni, andadráttstrupulleikum og óviti. Tí skal hesin heilivágur ikki verða tikin samstundis, uttan so, at tað ikki eru aðrir viðgerðarmøguleikar. Um viðgerð verður mett at vera neyðug, so eigur læknin at avmarka skamtin og viðgerðarlongdina. Tað er týdningarmikið, at læknin kennir allan heilivág, sum tú tekur, og at tú fylgir viðgerðarvegleiðingini neyvt. Tað kann vera hent at boða vinum ella familju frá teimum nevndu eyðkenninum, soleiðis at tey eisini kunnu varnast tey.

Matur, drekka og alkohol: Tú kanst taka Kodimagnyl saman við mati, men tað er ikki neyðugt. Minst til, at drekkur tú alkohol, samstundis sum tú tekur Kodimagnyl, kanst tú gerast tungur í høvdinum.

Barnakonur, bróstageving og gitnaðarføri: Ráðfør teg við lækna ella apotekið, áðrenn tú tekur Kodimagnyl. Tekur tú Kodimagnyl í longri tíðarskeið, er verri hjá tær at gerast við barn. Tú eigur tí at taka Kodimagnyl so stutt sum gjørligt og minst møguligan skamt.

Barnakonur: Tú mást ikki taka Kodimagnyl, ert tú við barn í 7. – 9. mánaði. Teir fyrstu 6 mánaðirnar, tú ert við barn, kanst tú taka Kodimagnyl, minst møguligan skamt, men bert í samráð við lækna.

Bróstageving: Tak ikki Kodimagnyl, meðan tú gevur bróst. Kodein og morfin verður útskilt í móðurmjólkini.

Ferðsla og arbeiðstrygd: Kodimagnyl ávirkar ikki arbeiðstrygdina ella førleikan at vera trygg/ur í ferðsluni.

3. Soleiðis skalt tú taka Kodimagnyl

Drekk nógva vætu, tá ið tú tekur tablettirnar. Tú kanst møguliga bróta tablettirnar ella knúsa tær sundur.

Vaksin: 1-2 tablettir, í mesta lagi 4 ferðir um dagin. Tak ikki Kodimagnyl longri enn 3 dagar. Um pínan ikki lætnar innan 3 dagar, skalt tú ráðføra teg við lækna.

Børn: Gev ikki børnum yngri enn 15 ár Kodimagnyl, uttan at tað er í samráð við lækna. Gev ikki børnum undir 12 ár Kodimagnyl, vegna vanda fyri álvarsligum andadráttstrupulleikum. Børn undir 15 ár við fepri skulu ikki taka Kodimagnyl.

Livurin og nýruni starva ikki nóg væl: Tað kann verða neyðugt at broyta skamtin. Set teg í samband við læknan. Starva livur ella nýru ógvuliga illa, eigur Kodimagnyl ikki at verða tikið.

Hevur tú tikið ov nógv Kodimagnyl: Set teg í samband við læknan, skaðastovuna ella apotekið, hevur tú tikið fleiri Kodimagnyl, enn tað stendur á hesum kunningarlepanum; ella fleiri, enn læknin hevur ávíst, og tú kennir teg illa fyri.

Tekin um, at tú hevur tikið ov nógv Kodimagnyl, kunnu vera svimbul, deyvleiki, tinnitus, sveittin slær út um teg, órógv, vaml, spýggja, høvuðpína, fjáltur, tivan, friðloysi, fepur, hjartasvíkjan, bráðfeingis nýrasvíkjan, ella um blóðsukrið hjá børnum fer hættisliga langt niður. Harumframt kanst tú missa vitið, fáa ilt við at anda, andasteðg, vøddarnir kunnu bólgna, fáa krampa og dølskni (helst børn), linkilsi, útbrot, skriða, andlitið kann hovna, húðin blána og í ringasta føri kann yvirdosis føra til koma.

Hevur tú gloymt at taka Kodimagnyl: Tú mást ikki taka dupultan skamt í staðin fyri skamtin, tú hevur gloymt.

4. Hjáárin

Kodimagnyl, eins og allur annar heilivágur, kann hava við sær hjáárin.

Ógvuliga vanlig hjáárin (fáa fleiri enn 1 av 10, sum eru í viðgerð): Blóðið storknar seinni, magapína, bróstsviði, súrur ráki rennur upp í munnin.

Vanlig hjáárin (fáa fleiri enn 1 – 10 av 100, sum eru í viðgerð): Andaneyð hjá fólki við astma, lyndi til at bløða, høvuðpínu, andvekur, vaml, øsing og pínu ella fáa trega ovast úr tarmunum, spýggja, harðan maga, leysan maga, notufepur.

Ikki vanlig hjáárin (fáa 1 – 10 av 1.000, sum eru í viðgerð): Brádligt útbrot á húðina, ilt við at anda og fella í óvit vegna ógvusliga ovurviðkvæma reaktión (kann vera lívshættisligt), duldar bløðingar innvortis, spýggja blóð, skarnið er svart av bløðingum í maganum og tarmunum, svimbul, dølskni, tinnitus, astma, útbrot, sveitti, snor og møði.

Sjáldsom hjáárin (fáa 1 – 10 av 10.000, sum eru í viðgerð): Heilabløðing, ringar bløðingar ovarlaga úr maganum og tarmunum ella hol á tarmunum, andaneyð, óregluligt nýravirki, ovurviðkvæmisherðindi við vætusavnan í slímhinnum og húðini, serliga í varrunum og hálsinum, gulsótt vegna blóðtrot hjá sjúklingum við viðføddum glucose-6-phosphat dehydrogenase, viknaðan andadrátt, bláar negl og varrar, bleikt dæmi og møði vegna blóðtrot aftaná drúgva viðgerð, fyribils niðursetta hoyrn í mun til skamtan, hækkað livratøl, lágt blóðsukur, lágt blóðtrýst, kæti.

Ógvuliga sjáldsom hjáárin (fáa færri enn 1 av 10.000, sum eru í viðgerð): Sár og álvarsligur bruni í maganum og tarmunum, sviði aftanfyri bróstbeinið, magasýra í vælindinum, trupulleika við at svølgja vegna bruna í vælindinum, bráðkomin bruni í brisinum, Reyes-syndrom hjá børnum – tey fáa fepur, spýggja og eru um at vera burtur, broytingar í blóðsamansetingini, bløðruskapað útbrot og bruni í húðini (serliga á hondum og føtum og kring munnin) saman við fepri, húðin losnar av, nýraskaðar, munnholubruni, treinging á tarmin, versnan av viðkvomum tarmeyðkennum, minni bløðing í húð og slímhinnum, fepur, útbrot í andlit og á armar og bein, fyribils mildan livrabruna í mun til skamtan í samband við ávísar virussjúkur, vandi fyri at gerast bundin av heilivágnum, ov høgt magnesium í blóðinum er sæð aftaná drúgva viðgerð av sjúklingum við lækkaðum nýravirki.

Eru álvarsom sjúkuhjáárin, ring so 112 ella far beinanvegin til lækna ella á skaðastovu.

Upplivir tú hesi hjáárin, ella fært tú onnur hjáárin enn tey, ið standa á kunningarlepanum, sig so læknanum ella apotekinum frá, so at hjáárini kunnu verða fráboðað danska Heilivágsstýrinum, so at betur fæst at vita um hjáárinini og títtleikan. Sig eisini læknanum ella apotekinum frá, um tú fært hjáárin, sum eru áhaldandi og/ella ørkymla teg. Neyðugt kann vera at viðgera teg fyri hjáárin.

5. Soleiðis skalt tú goyma Kodimagnyl

Krógvið Kodimagnyl fyri børnum.

Kodimagnyl skulu goymast kaldari enn 25 °C. Tak ikki Kodimagnyl eftir seinasta lokadag.

Lat altíð heilivágsleivdir inn á apotekið til burturbeining

6. Aðrar upplýsingar

Kodimagnyl FAP tablettir, sum ikki binda, hava í sær hesi virknu evnini: 500 mg acetylsalicylsýra, 9,6 mg codeinphosphathemihydrat og 150 mg magnesiumoxid.

Hini evnini eru: eplastívilsi, mikrokrystallinsk cellulosa (E 460), magnesiumstearat (E 470b) og talkum (E 553b).

Útsjónd og stødd á ílati: Kodimagnyl FAP tablettir, sum ikki binda, eru hvítar, avlangar við miðfoyru (deilikervi). Miðfoyra er bert fyri at lætta um inntøku og inniheldur ikki við vissu hálvan skamt. Kodimagnyl FAP tablettir, sum ikki binda, eru í plastílati við 20 og 100 tablettum.

Hevur tú fleiri spurningar, skalt tú seta teg í samband við Framleiðsluapotekið á tlf. 404040 ella umvegis fap@apotek.fo.

Upplatingartíðir