Náttúruheilivágur inniheldur natúrlig evni í mongdum, sum eru ikki nógv øðrvísi enn tær mongdir, ið náttúrliga er í náttúruni.

Náttúruheilivágur er vanliga framleiddur úr plantuúrdráttum ella mjølvaðum plantupørtum, og náttúruheilivágur er bara til inntøku gjøgnum munnin, til nýtslu á húðina ella til staðbundna nýtslu á slímhinnurnar, eitt nú sum munnskolivæta.

Í náttúruheilivági kunnu eisini verða latin fyllievni, sum ikki nýtast at koma frá náttúruni, og sum skulu til fyri at kunna framleiða eina tablett, eitt hylki ella annan heilivágsform.

Allur náttúruheilivágur er góðkendur av heilsumyndugleikunum. Tá ið tað er góðkent, fær náttúruheilivágurin eitt nummar, sum skal standa á etikettini. Á etikettini stendur eisini altíð, at talan er um náttúruheilivág. Harafturat eru upplýsingar um skamt og endamál, og á stendur altíð: ”bør ikke anvendes til børn under 2 år uden lægens anvisning”. Kunningarlepi fylgir eisini við.

Krøv verða stillað til framleiðslu, góðsku, trygd og virknað. Krøvini til trygd og virknað eru grundað á ta vitan, ið finst í yrkisbókum um plantuna, og ikki er neyðugt við ávísum kliniskum kanningum av tí einstøku vøruni. Støðugt eftirlit er við framleiðarunum.

Náttúruheilivágur verður bara góðkendur til viðgerð av mildum sjúkum og sjúkueyðkennum. Neyðugt er at seta seg í samband við læknan, um illgruni er um, at sjúkueyðkennini kunnu benda á eina álvarsama sjúku.

Hjáárin

Øll evni, sum hava árin á likamið, kunnu eisini hava hjáárin, sama um tey koma úr náttúruni ella um tey eru framleidd. Tey kendu hjáárinini fyri náttúruheilivág standa á kunningarlepanum í pakkanum.

Samvirkni

Náttúruheilivágur finst, sum kann skapa trupulleikar, um hann verður tikin saman við øðrum heilivági. Hetta kallast samvirkni og merkir, at virknaðurin av øðrum heilivágnum minkar um ella økir virknaðin á hinum heilivágnum, sí annars Samvirkni.

Dømi um náttúruheilivág við nógvum samvirkni við annan heilivág er náttúruheilivágur við perikum, ginkgo biloba, hvítleykur og fiskaolju.

Tú kanst spyrja á apotekinum, um tú ert í iva um hjáárin og samvirkni.

Her fæst meira at vita um tann einstaka náttúruheilivágin (her standa eisini møgulig samvirkni):

http://www.produktresume.dk/docushare/dsweb/View/Collection-257 

Samband/Upplatingartíðir

Tjaldurs Apotek

Tjaldurs Apotek
R.C. Effersøesgøta 31
Fo-110 Tórshavn

Telefon: +298 34 11 00
Fax:

+298 34 11 92

Teldupost:

tjaldur@apotek.fo
(ikki til átroðkandi boð)

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00
sunnu- & halgidagar 14.30 - 15.00
Annars eftir avtalu.

Apotekið Steinatún

Apotekið Steinatún

Telefon: +298 34 11 61
Teldupost:

steinatun@apotek.fo

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00

Suðuroyar Apotek

Suðuroyar Apotek
Undir Heygnum 4 
800 Tvøroyri
Telefon: +298 36 03 00
Fax: +298 37 17 68
Teldupost: suduroyar@apotek.fo
V-tal: 345490
EAN:  5797100002632
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 12.00
Annars eftir avtalu.

Eysturoyar Apotek

Eysturoyar Apotek
Mýravegur 6 
620 Runavík
Telefon: +298 47 34 00
Fax: +298 47 34 01
Teldupost: eysturoyar@apotek.fo
V-tal 549118
EAN  5797100002649
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00

Bráðneyðugur heilivágur kann avgreiðast gjøgnum vaktlúku millum 9-10 mán.-frí.

Norðoya Apotek

Norðoya Apotek
Klaksvíksvegur 5
700 Klaksvík
Telefon: +298 47 25 00
Fax: +298 45 41 00
Teldupost: nordoya@apotek.fo
V-tal: 330833
EAN:    5797100002625
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00
Annars eftir avtalu.

Landsapotekarin

Landsapotekarin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 52 00
Teldupost:
  landsapotekarin@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00

Fíggjardeildin

Fíggjardeildin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 01 50
Fax: +298 35 01 51
Teldupost: bokhald@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00