Diabetes

Diabetes (sukursjúka) er ein evnisskiftissjúka og er eyðkend av, at sukurinnihaldið í blóðinum er ov høgt. 

Av sukursjúku eru ymisk sløg. Tey kendastu sløgini eru týpa 1 og týpa 2 diabetes, men tað eru eisini aðrar týpur.

Hvat er diabetes?

Insulin er eitt hormon, sum verður gjørt í brisinum og er neyðugt fyri at fáa sukrið úr blóðinum inn í kyknurnar. Insulinið er neyðugt fyri sukurbrenningina, glykogenbygnaðin (eitt sukurgoymsluevni), feittgoymsluna og proteinsyntesuna.

Um meira blóðsukur verður í blóðinum enn vant, so viðførir tað, at meira insulin verður gjørt. Og øvugt, um blóðsukurnøgdin minkar, so verður minni insulin gjørt. Henda tillaging ger, at blóðsukrið er støðugt – sum tað eigur at vera.

Um sukur-innihaldið í blóðinum minkar ov nógv, so elvir tað til, at kyknurnar í kroppinum fáa ov lítið, men tá er hormonið, glucagon, við til gera, at blóðsukrið økist, tí glykogen verður tikið úr goymslum í livrini.

Hevur ein sukursjúkuna er insulinframleiðslan ov lítil ella virkar tað insulinið, sum kroppurin framleiður, ikki nóg væl. Kyknurnar verða ikki nøktandi ávirkaðar av insulini - tær eru vorðnar mótstøðuførar (resistentar).

Hetta viðførir, at blóðsukrið verður ov høgt, og verður tað ikki viðgjørt, elvir tað til, at likamsgøgn verða skødd, t.d. hjarta, æðrar, eygu, nýru og nervar.

Hvat er diabetes týpa 1?

Diabetes týpa 1 er ein so nevnd ”auto-immun sjúka”. Tað merkir, at kropsins egna immunverja oyðileggur tær kyknur í brisinum, sum gera tað lívsneyðuga hormonið, insulin.

Diabetes týpa 1 verður vanliga staðfest í barnaárum ella tannáringaárum.

Diabetes týpa 1 kann enn ikki lekjast, men við góðari viðgerð kunnu fólk liva eitt vanligt lív, uttan at vandin fyri diabetiskum eftirsjúkum er stórur.

Sjúkueyðkenni
Tey eyðkendu sukursjúku eyðkennini eru:

  • at fólk kasta sær oftari av vatninum
  • at fólk eru tyst
  • at fólk drekka meir
  • at fólk eru móð
  • at fólk klænka

Í týpu 1 diabetes taka eyðkennini seg skjótari upp enn í týpu 2. Annars eru somu eyðkenni fyri bæði týpu 1 og 2. Í týpu 1 diabetes taka eyðkennini seg upp eftir døgum, vikum, til mánaðir. Hvussu trupul sjúkueyðkennini eru, valdast hvussu høgt blóðsukrið er. 

Hvat er diabetes týpa 2?

Tað er serliga vaksin fólk, ið fáa diabetes týpu 2. Diabetes 2 er arvaligt. Tað merkir, at tað liggur í tínum ílegum, at tú kanst fáa sjúkuna. Men ofta er tað, at kosturin ikki er nóg heilsugóður og ov lítið kropsligt arbeiði, sum gera, at sjúkan brýtur út. Diabetes 2 kann tí í ein ávísan mun fyribyrgjast.

Áður varð diabetes kallað gamlamannasukursjúka, tí at serliga eldri fólk fingu hana. Men nú á døgum er hetta heitið nakað villleiðandi, tí at broytingin av diabetes 2 millum fólk hevur gjørt, at eisini yngri fólk fáa sjúkuna. Í týpu 2 diabetes ger kroppurin sjálvur insulin, men ikki nóg mikið, av tí at tørvurin ofta er størri. Tann minna insulin ávirkanin ger, at sukurupptøkan í feittvevnaðin og vøddarnar verður tálmað. Hetta ger, at sukurmongdin í blóðinum økist.

Mong, sum fáa diabetes 2, eru ov tjúkk – men ikki øll.

Sjúkueyðkenni
Sjúkueyðkennini koma fram yvir longri tíð og minna sum sagt um tey í týpu 1:

  • at fólk kasta sær oftari av vatninum
  • at fólk eru tyst
  • at fólk drekka meir
  • at fólk eru móð
  • at fólk klænka
Hvat er barnakonudiabetes?

Sukursjúkan, ið kann ávísast fyrstu ferð hjá barnakonuni, er ein mildur formur av sukursjúku. Sukursjúkan hvørvur oftast aftur, tá ið hon hevur átt. Hetta økir um vandan fyri trupulleikar í barnsburðinum, og tá ið hon eigur og fyri nýfødda barnið og fyri mammuna, sum frá líður.

Sjúkueyðkenni
Møgulig barnakonudiabetes eyðkenni eru eisini tey somu sum fyri týpu 2 diabetes: At kasta sær oftari av vatninum og tosti.

Ofta eru tó ongi sjúkueyðkenni, og tí verða allar barnakonur við øktum vanda kannaðar.

Hvat er diabetes týpa 1½ (LADA)?

Diabetes týpa 1½ rakar aloftast vaksin og verður eisini kallað LADA (Latent Autoimmune Diabetes and Adulthood).

Í fyrstuni kunnu fólk hava tamarhald á diabetes týpu 1½ við sunnari og frískari lívsførslu og/ella við øðrum heilivági enn insulini. Hóast tað, so fara fólk fyrr ella seinni at sanna, at tey ikki kunnu stýra blóðsukrinum longri. Um hetta mundið eru nærum allar kyknur, ið gera insulin, týndar. Kroppurin ger so lítið insulin, at neyðugt er at fáa insulin innspræningar.

Sjúkueyðkenni
Sjúkueyðkennini koma yvir longri tíð og minna um tey somu sum í týpu 1 og 2.
 

Hvat er MODY?

MODY stendur fyri ”Maturity-Onset Diabetes of the Young”, og eyðkennini koma aloftast áðrenn 25 ára aldurin. Fleiri sukursjúku frábrigdi eru, og eru tey ikki serliga væl kend. Hesi frábrigdi verða undir einum rópt MODY. Í MODY ger kroppurin ikki nóg mikið insulin, men tað, sum gjørt verður, virkar væl – júst tað øvugta sum í týpu 2 diabetes, har nóg mikið insulin verður gjørt, men insulinið munar ikki. Ikki er tí neyðugt altíð at viðgera MODY við insulini.

Hvør er í vandabólki?

Umráðandi er, at blóðsukur títt verður mált hjá læknanum, um illgruni er um diabetes. Diabetes týpa 2 sjúkueyðkennini eru veik og koma sníkjandi, tí kunnu mánaðir og ár ganga, áðrenn sjúkueyðkennini kunnu staðfestast.

Verða sjúkueyðkennini staðfest tíðliga, so hevur tú møguleikan at ansa væl eftir heilsuni. Tú kanst fáa hóskandi viðgerð og møguleikan at bøta um lívsgóðskuna, at betra heilsuna, so undan slepst eftirsjúkum.

Tú ert serliga í vanda fyri at fáa diabetes, um tú:

  • vigar ov nógv
  • ofta ert tyst/-ur, hevur skriða, ella í heilum kastar tær av vatninum
  • hevur foreldur ella systkin við diabetes 2
  • hevur havt diabetes, tá ið tú vart við barn
  • fært heilivág fyri hjartasjúku, høgum blóðtrýsti ella fyri ov høgt kolesterol
Hvør er viðgerðin fyri diabetes?

Endamálið við diabetes viðgerð er at hava blóðsukrið so nær tí, sum tað eigur at vera. 

Fólk, ið hava diabetes týpu 1, fáa insulin innspræning fyri at hava tamarhald á sukursjúkuni. Fleiri insulin sløg eru, munur er á hvussu skjótt og hvussu leingi tey virka, sí tey ymisku insulin sløgini á pro.medicin.dk her

Er talan um diabetes týpu 2, so verður fyrst av øllum roynt at fáa broytt lívsførsluna. Um tað ikki hjálpir til at fáa blóðsukrið í fasta legu, so verða ymisk sløg av heilivági nýtt, sum eru blóðsukur-stabiliserandi. Summir sjúklingar verða viðgjørdir við fleiri sløgum av tablettum samstundis. Og eisini kann gerast neyðugt at viðgera við insulini, sum sjúklingar við diabetes týpu 1 verða viðgjørdir við. Insulin er ein innspræningarløgur í t.d. einum penni, og sum fólk sjálv prika seg við. Ein onnur viðgerð er at innspræna eitt tarm-hormon líknandi evni GLP-1 samstundis við tablett viðgerð.

Viðgerð fyri sukusjúka, sum verður givin sum innspræning kann býtast upp í hesi høvuðsheiti:

  • insulinanalogar, sum er vanlig insulin, har einkultar broytingar í mýlinum viðføra, at virknaðurin gerst longri
  • GLP-1-receptor agonistar, sum stimbra leysgeving av insulin og samstundis tálma glucagon. GLP-1 tarnar eisini upptøku av sukuri frá tarminum

Tablettir fyri sukursjúku kunnu býtast upp í hesi høvuðsheiti:

  • evni, ið leysgeva insulin
  • evni, sum økja insulinviðkvæmi
  • evni, sum tálma, at sukur verður flutt aftur til blóðbanan, aftaná at tað verður filtrerað í nýrunum
  • evni, sum stimbra leysgeving av insulin og samstundis tálma glucagon
Hvussu verða diabetes týpu 2 sjúkueyðkennini staðfest?

Um diabetes týpu 2 sjúkueyðkenni skulu staðfestast, so verður blóðroynd tikin, sum gevur miðalblóðsukurtalið í átta til tólv vikur – hetta verður rópt HbA1c og langtíðarblóðsukrið - í dagligari talu eisini slatri-blóðsukrið. Alt hetta kann bert gerast við serligari mátiútgerð hjá tínum diabetesviðgera ella á eini kanningarstovu. 

Royndin sigur nakað um títt blóðsukur yvir eina longri tíð og ikki bara í løtuni. Fyri at tryggja at royndin gevur rætta úrslitið, verða tvær royndir gjørdar, men við ávísari tíð millum royndirnar.

Í einstøkum førum verður ikki viðmælt at nýta HbA1c blóðroyndina – eitt nú um kvinna er við barn. Í slíkum førum mæla heilsumyndugleikarnir til at nýta gamla mátan - at máta blóðsukrið á fastandi hjarta.

Hvørjar eftirsjúkur eru av diabetes?

Um tú hevur diabetes týpu 2, so kanst tú, sum árini ganga, fáa eftirsjúkur. Fleiri ár, tú hevur havt diabetes, jú størri er vandin fyri eftirsjúkum, og valdast eisini, hvussu diabetes hevur verið viðgjørt og verður viðgjørt.

Les meira um eftirsjúkur her

Gev gætur

Um tú hevur diabetes, so skalt tú geva tær far um, at tú eisini kanst fáa ov lágt blóðsukur (hypoglykæmi). Tað kann henda, um tú hevur tikið ov nógv insulin ella onnur evni fyri diabetes ella hevur havt hart kropsligt arbeiði ella hevur íðkað ov nógv ítrótt. 

Eisini ikki-diabetikarar kunnu fáa ov lágt blóðsukur. Ikki er heilt vist, at tú fært sjúkueyðkenni, um blóðsukrið er lágt, men vanligu sjúkueyðkennini eru:

  • Tú sveittar
  • Tú ristist
  • Tú ert lin/-ur
  • Tú hevur hjartabankan
  • Tú verður svimbul
  • Tú fært høvuðpínu og vaml
  • Tú hevur trupult at hugsavna teg
  • Tú kanst fáa krampar
  • Tú svímar

Um tú hevur diabetes, og bloðsukrið gerst ov lágt, so kanst tú fáa insulinskelk, tú missir vitið og fært krampar. Um eyðkenni eru, at blóðsukrið er lágt, skalt tú beinanvegin fáa tær sukur (kolhydrat), sum kroppurin skjótt upptekur. Talan kann vera um juice, drúvusukur ella vanligt sukur. Síðani eigur tú at fáa tær eitt nú rugbreyð ella grovbreyð við viðskera fyri at forða fyri, at blóðsukrið aftur gerst lágt eftir lítlari løtu.

Um blóðsukrið er ógvuliga lágt, so kanst tú verða viðgjørd/-ur við glucagon, sum verður sprænt inn í blóðæðr, í ein vødda ella undir húðina. Tað ger, at blóðsukrið hækkar.

Hvat skal eg minnast til sum diabetikari?

  • Máta blóðsukrið regluliga
  • Gev gætur, um blóðtrýstið er høgt ella lágt
  • Hav altíð drúvusukur uppi á tær, um blóðsukrið gerst ov lágt
  • Far regluliga til lækna at kanna eygu, føtur, nervalag og nýru
  • Set teg í samband við lækna, um tú verður sjúk/-ur av aðrari orsøk
  • Av tí at diabetikarar eru í størri vanda fyri æðrakálking, so verður mælt til at leggja av at roykja

Bílegg tína diabetes útgerð á netinum, so hon er klár til tín, tá tú heintar hana á tínum lokala apoteki. Tað ber eisini til, at fáa vøruna senda heim til tín.

Bílegg
Upplatingartíðir