Framleiðarar, innflytarar, seljari og serhandlar við medisinskari útgerð skulu skráseta seg hjá Landsapotekaranum.
Um tú innflytur ella selur medisinska útgerð í Føroyum – ella hevur ætlanir um tað – skal útgerðin vera CE-merkt fyri at kunna koma á marknaðin. Harafturat eru fleiri krøv til útgerðina, so hon lýkur føroysku lógarkrøvini, sum skulu tryggja, at útgerðin riggar og er trygg at brúka. Umframt tað, so skalt tú sum seljari, innflytari, framleiðari, góðkent umboð ella eigari av serhandli skráseta teg hjá Landsapotekaranum.
Innflytari
Einhvør vinnurekandi fysiskur ella løgfrøðiligur persónur (tó ikki framleiðari ella seljari, ella umboð fyri hesi), ið er staðsettur í Føroyum og flytur inn medisinska útgerð á føroyska marknaðin.
Framleiðari
Einhvør fysiskur ella løgfrøðiligur persónur, ið hevur ábyrgd av framleiðslu, nýumvæling, pakking og merking av medisinskari útgerð við tí endamáli at marknaðarføra hana í egnum navni ella við vørumerki, bæði tá viðkomandi persónur sjálvur eller 3. partur – hansara vegna – fremur gerðinar. Bert framleiðarar í Føroyum skulu skráseta seg í tí føroysku skrásetingarskipanina.
Eigari av serhandli
Einhvør fysiskur ella løgfrøðiligur persónur, ið eigur handil, har meginparturin, t.e. meira enn 50 prosent, av vørusløgum og søluinntøku koma frá medisinskari útgerð í váðaflokki IIa, IIb, III ella medisinskari útgerð í in-vitro diagnostikki.
Seljari
Einhvør vinnurekandi, fysiskur ella løgfrøðiligur persónur (tó ikki framleiðari ella innflytari, ella umboð fyri hesi), ið er staðsettur í Føroyum og ger medisinska útgerð atkomuliga á føroyska marknaðinum. Seljari fevnir ikki um handil, ið selur medisinska útgerð í smásølu. Er tað seljari, ið eisini innflytur vøruna til Føroyar, skal seljari fylgja teimum treytum, ið eru settir til innflytara.
Fleiri leiklutir
Tað ber til at hava fleiri leiklutir í senn. Um ivamál er um ella hvussu hetta skal skrásetast kanst tú seta teg í samband við Landsapotekaran umvegis teldupostin medicaldevice(kurla)apotek.fo.
Broytingar í sambandi við skrásetingina skulu boðast Landsapotekaranum frá við at rita inn aftur og gera neyðugu broytingarnar. Gev gætur, at um ein fyritøka fær nýtt V-tal, skal hetta skrásetast av nýggjum, og gamla V-talið verður tá strikað. Sostatt verður hetta ikki mett sum ein broyting, men sum ein nýggj skráseting.