Boða frá breki ella lýti við medisinsku útgerðini

Landsapotekarin hevur ábyrgd at taka ímóti fráboðanum um møgulig brek og lýti, og hesar fráboðanir eru sera týðandi liður í eftirlitinum við trygdini á medisinsku útgerðini. Við skráseting kunnu trupulleikar skjótari avmarkast og neyðugar rættleiðingar fremjast.

Hesar fráboðanir kunnu koma frá heilsumyndugleikum, framleiðarum, seljarum og keyparum av medisinskari útgerð og borgarum yvirhøvur.

Boða okkum frá hending

Aktørar

Lógarkrav er, at innflytarar, seljarar og framleiðarar av medisinskari útgerð ella medisinskari útgerð í in-vitro diagnostikki, ábyrgdarhavandi á sjúkrahúsi og løggild heilsustarvsfólk, herundir løggild heilsustarvsfólk, ið eru privat vinnurekandi uttanfyri heilsuverkið, og onnur, ið sum liður í teirra virksemi nýta medisinska útgerð ella medisinska útgerð í in-vitro diagnostikki, hava skyldu til alt fyri eitt at boða Landsapotekaranum frá feilum, lýtum ella øðrum veikleikum við hesi útgerð, umframt óneyvleikum í merking ella nýtsluleiðbeining, ið viðkomandi hevur kunnleika um, og sum kann føra ella kann hava ført við sær, at heilsustøðan hjá sjúklingi ella brúkara versnar munandi, ella at sjúklingur ella brúkari andast.

Borgari ella avvarðandi

Borgarar og avvarðandi kunnu sjálvboðið fráboða hendingar viðv. medisinskari útgerð. Við skráseting kunnu trupulleikar skjótari avmarkast og neyðugar rættleiðingar fremjast. Um borgari ella avvarðandi fráboðar, verður spurt, um Landsapotekarin kann seta seg í samband við viðkomandi. Kontakupplýsingar verða bert nýttar av Landsapotekarinum.

Upplatingartíðir