Medisinsk útgerð fevnir um sera nógvan og fjølbroyttan útbúnað, sum kann brúkast til at diagnostisera, fyribyrgja, viðgera og linna sjúku, breki ella skaða.
Sostatt finnast tað fleiri enn 500.000 sløg av medisinskari útgerð – frá koyristólum og munnbindum til hátøkniliga útgerð sum hjartastartarar og appir á telefonini. Medisinsk útgerð kann eisini vera in vitro diagnostikkur sum blóðsukurmátarar og gitnaðarkanningar.
Felags fyri alla medisinska útgerð er, at hon er fevnd av ‘Løgtingslóg um innflutning, nýtslu og góðskutryggjan av medisinskari útgerð’. Lógin er gjørd við íblástri sambært ES-fyriskipan, og hevur sum yvirskipað endamál at verja sjúklingar. Hetta merkir millum annað, at framleiðarar skulu kunnu skjalprógva, at útgerðin virkar sum ætlað, og at virknaðurin javnvigar við møguligar vandar.
Harumframt skal framleiðarin javnan tryggja, at útgerðin riggar og er trygg, eftir at hon er komin á marknaðin.
Medisinsk útgerð skal vera CE-merkt, áðrenn hon kann fara á marknaðin. Hetta CE-merkið vísir, at útgerðin lýkur galdandi ES-lóg. Er talan um medisinska útgerð í einum vandabólki, ið er hægri enn klassi I og hægri enn klassi A fyri in vitro, skal ein sermyndugleiki CE-merkja útgerðina. Ein sermyndugleiki kann í hesum føri vera ein privat fyritøka, sum hevur heimild at meta um tey skjølini, sum fyritøkan, ið ætlar at selja útgerðina, leggur fram.
Hesin sermyndugleiki skal harvið meta um, hvørt skjalprógvið fyri trygd og avrik, er so mikið gott, at útgerðin kann CE-merkjast. Tað er sostatt ikki Landsapotekarin, ið góðkennir medisinska útgerð.
Landsapotekarin skal bert gera vart við møgulig brek og lýti við útgerðini. Hetta verður gjørt eftir boðum og áheitan frá fyritøkum, heilsumyndugleikum og borgarum yvirhøvur.
Landsapotekarin hevur heimild at fremja eftirlit við, at tey, sum innflyta og selja medisinska útgerð í Føroyum, halda galdandi ásetingar og krøv sambært løtingslógini um medisinska útgerð. Sum liður í hesum eftirliti kann Landsapotekarin krevja at fáa avrit av fakturum, ið eru viðkomandi fyri útgerðina, ið er seld og útflýggjað til føroyska marknaðin.
Landsapotekarin kann eisini tryggja, at útgerðin lýkur tey krøv, sum eru ásett í lógini og kunngerðini. Umboð fyri Landsapotekaran hava, við hóskandi samleikaprógvi og uttan rættarúrskurð, atgongd til sølu- og goymsluhøli hjá fyritøkum, ið handla við medisinskari útgerð.