Diazepam FAP tablettir 5 mg N05BA01

Les kunningarlepan væl, áðrenn tú byrjar at taka Diazepam. Týdningarmiklar upplýsingar standa á honum.

Diazepam tablettir er forskriftaheiligvágur

  • Goym kunningarlepan. Tað kann vera gott hjá tær at kunna lesa hann aftur.
  • Spyr á apotekinum, vilt tú fáa meira at vita.
  • Læknin hevur fyriskipað Diazepam FAP persónliga til tín og tískil skalt tú ikki geva øðrum heilivágin. Heilivágurin kann vera til skaða fyri onnur.
  • Tosa við læknan ella apotekið, verða hjáárin verri, ella tú fært hjáárin, sum ikki eru nevnd á kunningarlepanum.

Yvirlit yvir kunningarlepan

  1. Virknaður og nýtsla
  2. Hetta skalt tú vita, áðrenn tú tekur Diazepam
  3. Soleiðis skalt tú taka Diazepam
  4. Hjáárin
  5.  Soleiðis skalt tú goyma Diazepam
  6. Aðrar upplýsingar

1. Diazepam - virknaður og nýtsla

  • Diazepam er heilivágur, ið hoyrir til bólkin benzodiazepiner. Diazepam er sissandi, stillandi og vøddaavslappandi.
  • Diazepam verður m.a. nýtt fyri angist og óró, vøddastinnleika og spastiskar vøddar, og kann eisini verða nýtt sum viðgerð fyri alkoholfrávenjingareyðkenni.
  • Læknin kann hava ávíst aðra nýtslu enn tann, ið er ásett í hesum kunningarlepa. Ger altíð eftir ávísing frá lækna.

2. Hetta skalt tú vita, áðrenn tú tekur Diazepam

Tak ikki Diazepam, um tú:

  • ert ovurviðkvæmur fyri diazepam, øðrum benzodiazepinum ella einum av hinum innihaldsevnunum, ið eru í Diazepam. 
  • hevur ógvusliga vøddamøði (myastenia gravis).
  • hevur óregluligan andadrátt við andadráttssteðgum í svøvni (søvnapnø).
  • hevur álvarsamt niðursett livravirki.
  • hevur bráðfeingis andadráttstrupulleikar.

 

Tosa við læknan, áðrenn tú tekur Diazepam, um tú:

  • hevur andadráttstrupulleikar.
  • hevur ella hevur havt alkohol- ella heilivágsmisnýtslu.
  • hevur sjálvmorðstankar.

 

Diazepam er vanadannandi og tú kanst útvikla sálarliga ella kropsliga trongd ella uppliva, at virknaðurin støðugt gerst minni. Hetta er serliga sæð í samband við høgar skamtar, langtíðarnýtslu, hjá persónum við epilepsi, ella hjá persónum, sum hava eina alkohol- ella heilivágsmisnýtslu. Viðgerð við Diazepam eigur at vera so stutt sum møgulig (vanliga 8-12 vikur), og lækni eigur at fylgja við støðuni hjá tær regluliga. Um viðgerðin steðgar brádliga, kann hetta viðføra frávenjingareyðkenni. 3 Serliga hjá eldri fólki og børnum eru sæð hjáárin sum friðloysi, óró, erkvisin atburður, hóttandi og møguliga harðligur atburður, ranghugsan, illsinnisherðindi, marra, hvørvisjón, sinnissjúka, ósømiligur atburður og annað atburðarligt ólag. Kemur hetta fyri, so eigur viðgerðin at steðga. Set teg tá í samband við lækna.

Skalt tú undir skurð, so er tað týdningarmikið, at tú fortelur lækna ella tannlækna, at tú ert í viðgerð við Diazepam, av tí at heilivágurin kann ávirka doyvingina.

Er tú í viðgerð við høgum skamti av Diazepam, kann tað koma fyri, at tú gerst gloymskur. Set teg tá í samband við lækna.

Onnur heilivágsnýtsla: Sig læknanum frá, um tú ert í viðgerð við øðrum heilivági, eisini handkeypsheilivági, náttúruheilivági, sterkum vitaminum og mineralum og kostískoyti.

Um tú ert í viðgerð við øðrum heilivági, kann tað vera neyðugt at justera skamtin ella skifta til aðra viðgerð. Hetta er galdandi fyri heilivág fyri:

  • magan / magasýru /magasár (omeprazol, cimetidin)
  • tuberkulosu (rifampicin)
  • HIV-ígerð (atazanavir, ritonavir)
  • sopp (fluconazol, itraconazon, ketoconazol)
  • ovurviðkvæmi og sjóverk (antihistaminir)
  • sálarliga sjúku, svøvnheilivág ella stillandi heilivág
  • epilepsi (phenytoin, carbamazepin, phenobarbital)
  • sinnissjúku (clozapin)
  • tunglyndi (fluvoxamin)
  • sterka pínu (morfin ella morfinlíknandi heilivág)
  • astma (theophyllin)
  • alkoholmisnýtslu (disulfiram)
  • vøddaavslappandi heilivág (suxamethon)

Samstundis nýtsla av Diazepam og opioidum (heilivágur fyri sterka pínu, fyri opioidbudni og ávísur heilivágur fyri hosta) kann økja um vandan fyri dølskni, andadráttstrupulleikar (respirationsdepression) og koma, og hetta kann vera 4 lívshættisligt. Orsakað av hesum, so eigur samstundis nýtsla einans at verða umhugsað, tá onnur viðgerð ikki er møgulig.

Um læknin allíkavæl velur at fyriskipa Diazepam saman við opioidum, so eigur læknin at avmarka skamtan og viðgerðarlongdina.

Læknin skal hava vitan um allar tær opioidir, sum tú ert í viðgerð við, og hald tað tilmælið, ið læknin gevur tær um skamtan. Tað kann vera gagnligt at siga vinum ella familju frá, um tú ert í slíkari viðgerð sum er nevnd omanfyri, soleiðis at tey kunnu varnast møgulig tekin og eyðkenni, ið eru nevnd.

Matur, drekka og alkohol: Diazepam kann verða tikið saman við mati, undantikið grapefrukt, men hetta er ikki neyðugt. Tá tú ert í viðgerð við Diazepam, eigur tú ikki at drekka alkohol og grapefruktdjús, av tí at hetta kann ávirka virknaðin á heilivágnum.

Barnakonur: Um tú hevur illgruna um, at tú ert við barn, ella um tú roynir at gerast við barn, skalt tú ráðføra teg við lækna ella apotekið, áðrenn tú tekur Diazepam. Diazepam eigur bert at verða tikið í samráð við lækna, um tú ert við barn. Ert tú í viðgerð, og ynskir at gerast við barn, skalt tú ráðføra teg við lækna um, hvussu viðgerðin skal steðgast.

Bróstageving: Tak ikki Diazepam, um tú gevur bróst, av tí at Diazepam verður útskilt í móðurmjólkini. Tosa við læknan.

Ferðslu- og arbeiðstrygd: Pakkitilfarið er útgjørt við reyðum ávaringartríhyrningi. Hetta merkir, at Diazepam ávirkar arbeiðstrygdina ella førleikan at koyra bil og vera tryggur í ferðsluni. Tí skalt tú ikki koyra bil ella motorsúkklu, tá tú ert í viðgerð. Eisini verður mælt frá at súkkla, og at arbeiða við amboðum og maskinum. 5

Diazepam inniheldur laktosu: Set teg í samband við lækna áðrenn tú tekur heilivágin, um læknin hevur sagt tær, at tú er ovurviðkvæmur fyri ávísum sukursløgum.

3. Soleiðis skalt tú taka Diazepam

Vanligur skamtur er hesin

Vaksin: 5 mg 3 ferðir um dagin. Í mesta lagi 30 – 40 mg um samdøgrið. Ert tú ov tungur, kann tað ganga longri tíð, áðrenn virknaðurin byrjar, og samsvarandi longri tíð, áðrenn virknaðurin minkar.

Eldri: Neyðugt er at minka skamtin. Fylg leiðbeining frá lækna.

Børn: Neyðugt er at minka skamtin. Fylg leiðbeining frá lækna.

Nýru starva ikki nóg væl: Ikki er neyðugt at broyta skamtin.

Livur starvar ikki nóg væl: Tað kann verða neyðugt at broyta skamtin. Set teg í samband við læknan.

Tak tablettirnar saman við ríkiligt av vætu. Tablettirnar kunnu knúsast, men ikki deilast.

Diazepam skal altíð takast eftir leiðbeining frá lækna. Ert tú í iva, spyr so læknan ella apotekið. Broyting ella steðgur í viðgerðini eigur bert at verða gjørt í samráð við lækna.

Hevur tú tikið ov nógv Diazepam: Set teg í samband við læknan, skaðastovuna, ella ring 112, hevur tú tikið meira Diazepam, enn tað stendur á hesum kunningarlepanum; ella fleiri, enn læknin hevur ávíst, og tú kennir teg illa fyri. Hav pakkan við tær. Tekin um, at tú hevur tikið ov nógv Diazepam kunnu vera niðursettur andadráttur, ótryggar rørslur, dølskni og óklár tala. Hendinga ferðir síggjast álvarsligari støður, so sum koma, lágur kropshiti, ov lágt blóðtrýst og lágur pulsur.

Hevur tú gloymt at taka Diazepam: Um tú gloymir at taka ein skamt, so skalt tú taka hann skjótast gjørligt, tá tú kemur tí til hugs. Um tað er tætt við tíðspunktið fyri næsta skamt, so skal tú leypa gloymda skamtin um. Tú mást ikki taka dupultan skamt í staðin fyri skamtin, tú hevur gloymt.

Um tú steðgar viðgerðini við Diazepam: Broyting ella steðgur í viðgerðini eigur bert at verða gjørt í samráð við lækna. Tú mást ikki brádliga steðga við viðgerðini, av tí at tú kanst fáa frávenjingareyðkenni (sum t.d. angist, ovurræðsla, hjartabankan, sveittaútbrot, pipran, órógv í maga og tarmi, erkvisni, vreiði, kensluávirkan, illhirsni og niðursettan matarlyst) og fáa eina fyribils økta uppliving av teimum eyðkennum, sum av fyrstani tíð elvdu til viðgerðina. Orsaka av hesum, so skal viðgerðin altíð minkast líðandi.

Hjá persónum, ið fyrr hava havt krampaherðindi, ella hava epilepsi, kann ein brádligur steðgur í viðgerðini eisini føra til álvarsom og drúgv krampaherðindi.

4. Hjáárin

Diazepam, eins og allur annar heilivágur, kann hava við sær hjáárin. Niðanfyristandandi hjáárin eru sæð fyri heilivág sum innihalda Diazepam.

Sera vanlig hjáárin (fáa fleiri enn 1 av 10, sum eru í viðgerð): Dølskni.

Vanlig hjáárin (fáa 1-10 av 100, sum eru í viðgerð): Ótryggar rørslur, niðursett rørslulag, frávenjingareyðkenni (so sum angist, ovurræðsla, hjartabankan, sveittaútbrot, pipran, órógv í maga og tarmi, erkvisni, vreiði, kensluávirkan, illhirsni, ávirkaðir sansir, vøddakrampar, eltingarørska, ranghugsan, niðursettan matarlyst og epileptiskt herðindi) í samband við steðgi í viðgerðini, møði, fjáltur.

Ikki vanlig hjáárin (fáa 1 – 10 av 1.000, sum eru í viðgerð): Tarnaður andadráttur og blálittar varra og negl, gloymska, tarnað hugsavnan, ávirkan á javnvágina, svimbul, høvuðpína, óklár tala, órógv í maga og tarmi, vaml, spýggja, harðan maga, leysan maga, økt mongd av spýtti, ovurviðkvæmar húðreaktiónir (skriði, eksem, útslett), vøddaveikleiki.

Sjáldsom hjáárin (fáa 1 – 10 av 10.000, sum eru í viðgerð): Óvit, andadráttssteðgur, gulusótt, hóttandi og harðligur atburður og hvørvisjón (kann verða álvarsligt), svøvntrupulleikar, vaksin bróstakertil hjá monnum, økt framleiðsla av slími frá lungunum, uppøsing, ein kann gerast smásárur, marra.

Sera sjáldsom hjáárin (fáa 1 – 10 av 100.000, sum eru í viðgerð): Ógvuslig ovurviðkvom reaktión sum sæst við húðútsletti, saman við andadráttstrupulleikum og óviti (anafylaktiskt sjokk).

Hjáárin, har títtleikin ikki er kendur: Epileptiskt herðindi, óklár sjón ella dupultsjón, eyguni flytast í rykkjum (heldur uppat eftir lidna viðgerð), óviljað vatnlát, trupulleikar við vatnláti (møguliga steðgur í vatnláti), niðursettan hug til kynsliga samveru, kynsligt máttloysi.

Eru álvarslig sjúkuhjáárin, ring so 112 ella far beinanvegin til læknan ella á skaðastovuna.

Upplivir tú hesi hjáárin, ella fært tú onnur hjáárin enn tey, ið standa á kunningarlepanum, sig so læknanum ella apotekinum frá, so at betur fæst at vita um hjáárinini og títtleikan.

Sig eisini læknanum ella apotekinum frá, um tú fært hjáárin, sum eru áhaldandi ella ørkymla teg. Neyðugt kann vera at viðgera teg fyri hjáárin.

5. Soleiðis skalt tú goyma Diazepam

Krógvið Diazepam fyri børnum.

Diazepam hevur ikki serligar goymslutreytir. Nýt ikki Diazepam eftir seinasta lokadag.

Lat altíð heilivágsleivdir inn á apotekið til burturbeining

6. Aðrar upplýsingar

Diazepam FAP tablettir hava í sær hetta virkna evnið: Diazepam

Hini evnini eru: Laktosumonohydrat, mikrokrystallinsk cellulosa, vatnfrítt silica (colloidal), magnesiumstearat, natriumcroscarmellosa.

Útsjónd og stødd á ílati: Diazepam FAP tablettir 5 mg, eru rundar hvítar tablettir uttan deilikerv, tablettin er 6 mm til støddar.

Diazepam FAP tablettir 5 mg eru at fáa í pakkastøddunum 10, 25 og 100 stk.

Hevur tú fleiri spurningar, skalt tú seta teg í samband við Framleiðsluapotekið á tlf. 404040 ella umvegis fap@apotek.fo.

Upplatingartíðir