Fitisýrur

Fitievni er ein av høvuðsbólkunum, tá talan er um føðslu hjá menniskjum, saman við eggjahvítaevnum (proteinum) og kolhydratum.

Eins og á so nógvum øðrum økjum, so er tað ein spurningur um nøgd og góðsku á hesum føðsluevnum, ið avgera, um tey eru góð ella skaðilig fyri heilsuna.

Tað kann vera ørkymlandi hjá vanligum fólki at skilja ímillum tey ymisku heitini, sum standa á handilsvørum. Tosað verður um fleirómettaðar fitisýrur, kolesterolfríar vørur, transfitisýrur, um góðar og minni góðar fitisýrur, og hjá vanliga brúkaranum kann hetta tosið tykjast ørkymlandi.

Fiti í kostinum er fyri tað mesta fitisýrur, sum kunnu býtast sundur í undirbólkar eftir kemiska bygnaðinum. Teir ymisku undirbólkarnir eru umboðaðir í øllum sløgum av fiti, men nøgdin er ymisk í teimum ymisku bólkunum. Tær ymisku fitisýrurnar hava ymisk lívfrøðilig árin á kroppin, og tí er flokkingin týdningarmikil.

  • Mettaðar fitisýrur eru serliga í kjøti og mjólkarvørum.
  • Fleirómettaðar fitisýrur eru serliga í plantuoljum og djórum, sum liva í havinum.
  • Einkultómettaðar fitisýrur eru vanligar í olivenolju og rapsolju.

Millum tær fleirómettaðu fitisýrurnar eru tað tvær fitisýrur, sum eru týðandi:

  • Alfa-linolensýra (omega 3 fitisýra)
  • Linolensýra (omega 6 fitisýra)

Við týðandi meinast við, at tað er neyðugt at fáa tær við kostinum, tí kroppurin kann ikki sjálvur gera tær úr øðrum í føðsluni, og neyðugt er, at tær eru til staðar til ymiskar lívfrøðiligar prosessir í kroppinum.

Omega-3-fitisýrur

Fiskur, hvalur og kópur hava ofta eitt stórt innihald av omega-3-fitisýrum – eisini róptar n-3-fitisýrur. Hesar fitisýrur eru fleirómettaðar og hava longri ketur av kolevni enn fitisýrurnar í hinum sløgunum av mati, sum vit vanliga eta. 

Tær týdningarmestu n-3-fitisýrurnar í fiski eru eicosapentaensýra (EPA) og docosahexaensýra (DHA).

Feitur fiskur hevur nógv av n-3-fitisýrum í sær. Orsøkin er, at n-3-fitisýrur verða framleiddar í haváti, sum verður etið av størri dýrum, og soleiðis ferðast n-3-fitisýrurnar upp gjøgnum føðiketuna til fisk og onnur havdýr og verða savnaðar í fitivevnaði og livur hjá hesum dýrum.

n-3-fitisýrur eru, saman við linolsýru, lívsneyðugar fyri menniskju og skulu vera í smáum nøgdum í matinum. Í matinum hjá føroyinginum eru n-3-fitisýrurnar í fiski, umframt alfa-linolensýru í plantuvøkstri.

DHA finst í stórum nøgdum í miðnervalagnum og serliga í kyknunum í nethinnuni í eyganum, sum verða ávirkaðar av ljósi.

Fitisýrurnar úr fiski hava gagnligari árin á heilsuna hjá okkum enn fitisýrur, sum koma úr plantum.

Tað finnast ymisk sløg av kostískoyti við lýsi (fiskaolju) við hesum n-3-fitisýrum, og eru tilmælini ymisk, alt eftir hví tú ynskir at taka eitt ískoyti, og ymiskar eru eisini fatanirnar av, hvørjum tað hjálpir fyri.

Omega-3-fitisýrur virka brunahindrandi, og hetta verður hildið at vera orsøkin til, at fleiri kanningar hava víst, at omega-3-fitisýrur kunnu hava gagnliga ávirkan á liðagikt. Tú noyðist tó upp í størri mongdir av omega-3-fitisýrum dagliga, fyri at tú skalt fáa gagn av tí: umleið 3000 mg av lýsi (fiskaolju). Tær flestu kanningarnar eru gjørdar við liðagiktsjúklingum, og tískil er her tað besta skjalprógvið; fleiri kanningar eru neyðugur fyri at siga nakað viðvíkjandi slitgikt.

Kanningar verða eisini gjørdar, um lýsi kann hava gagnligt árin á ymiskt annað, eitt nú tarmbrunasjúkur, demens, psoriasis, ADHD og tunglyndi, men enn er hetta ikki skjalprógvað.

Upplatingartíðir