Umsókn um hækkað tilskot

Umsókn um hækkað tilskot, sambært §22 í Løgtingslóg. nr. 178/2009 við seinni broytingum. 

Tilskotsheimilaður heilivágur, sum kann umbýtast á apotekinum, er bólkaður, og tað verður bert givið tilskot svarandi til bíligasta samheitaheilivág í bólkinum. Í bólkinum av samheitaheilivági er bert heilivágur sum hevur sama vikna innihaldsevni í somu styrki, og sum hevur somu "biotilgængelighed" (tvs. parallelimporterað og generika). Bólkurin kallast ein tilskotsbólkur.

Umsóknarskjalið verður brúkt tá søkjast skal um hækkað tilskot til heilivág, sum er í einum tilskotsbólki, og sum av tí ikki hevur fult tilskot. Hækkað tilskot kann játtast í heilt serligum førum, har sjúklingurin ikki kann brúka tann bíligara heilivágin.

Um søkt verður um hækkað tilskot til fleiri sløg av heilivági, so skal ein umsókn sendast fyri hvønn heilivágin.

Sertilskot til heilivág, herundir hækkað tilskot, er treytað av, at heilivágurin verður keyptur á einum føroyskum apoteki.

Niðan fyri standandi umsóknarskjal skal útfyllast og sendast tilskotsnevndini við at trýsta á 'Send' knøttin.

Teigar merktir við * eru kravdir.

1. Umsøkjandi lækni

2. Um sjúklingin
3. Diagnosa og grundgeving

Hækkað tilskot til heilivág kann játtast, um sjúklingur av serligum umstøðum ikki kann nýta tann bíligasta samheitaheilivágin til ávísa sjúku. 

Meginreglan er, at tann bíligari heilivágurin sum fær fult tilskot, skal vera royndur, og heilivágurin skal hava víst hjáarin í viðgerðini, sum ikki kunnu góðtakast.

Viðgerðarroyndir

Vís á hvønn bíligari synonym heilivág sjúklingurin hevur roynt, viðgerðartíð og hjáárin (ella evt. manglandi virkna) sum eru eygleidd í viðgerðini.

Heilivágur 1
Heilivágur 2

Ovurviðkvæmi

Um sjúklingurin hevur skjalprógvað ovurviðkvæmi fyri ávísum innihaldsevni í tí bíligari synonum heilivági, so er ikki kravt, at viðgerð verður roynd við tí heilivágnum.

Viðgerðarbyrjan

Upplýs dagfesting fyri viðgerðarbyrjan av heilivágnum, sum søkt verður um.

Annað: Eru aðrar serliga orsøkir til, at sjúklingurin ikki kann nýta tey bíligaru synonymu heilivágssløgini, ella eru arðir viðkomandi upplýsingar, kunnu teir viðmerkjast her:

Spurningar

Spurningar til tilskotsnevndina kunnu sendast til landsapotekarin(kurla)apotek.fo 

Upplatingartíðir