04. september 2019

Altjóða avregistrering av Cilest®

Janssen-Cilag A/S (Janssen) hevur valt at steðga framleiðsluni av Cilest tablettum.

Janssen-Cilag A/S (Janssen) hevur valt at steðga framleiðsluni av Cilest tablettum og síðsta søla av heilivágnum frá fyritøkuni var í juli. Avgerðin er sambært Janssen-Cilag A/S tikin, tí at tað í dag eru so nógvir aðrir valmøguleikar innan orala hormonella fyribyrging.


Janssen leggur dent á, at avgerðin ikki stendst av trygdar-, virkanaðar- ella góðskutrupulleikum.
Borgarar sum fáa Cilest verða biðin um at venda sær til lækna og fáa annað alternativ. 


Cilest tablettir innihalda lágskamtað gitnaðarforðandi evni og er samansett av evnunum ethinylestradiol og 2. generatións gestageninum norgestimat.

Yvirskrift, um tørvur er á tí

Upplatingartíðir