31. mai 2021

Altjóða roykfríur dagur 31. mai

Mánadagur 31. mai er altjóða roykfríur dagur. Seinasta kanningin hjá Fólkaheilsuráðnum vísti, at 17% av føroyingum omanfyri 18 ár roykja dagliga. Og 80% av teimum, sum roykja, ynskja at leggja av.

Tað kann vera trupult at eydnast við at leggja av. Skal tað eydnast, er umráðandi at løtan, er tann rætta fyri teg. Motivatiónin hevur alt at siga.

Hesir 3 spurningarnir kunnu hjálpa tær at meta um tína motivatión:

  1. Nyttar tað?
  2. Fari eg at klára tað?
  3. Loysir tað seg?

Eitt avgjørt ja til allar spurningarnar er altavgerandi fyri, at tú klárar at broyta tínar vanar. Svarar tú ikki beinanvegin ja til allar spurningarnar, er løtan kanska ikki tann rætta. Einki er verri fyri motivatiónina enn ein hálvhjartað roynd, sum endar galið.

Er svarið avgjørt ja til allar spurningarnar, kanst tú hyggja nærri eftir tilboðnum frá Fólkaheilsuráðnum “Kom og legg av”, sum kann strimbra og hjálpa tær, sum hevur gjørt av at gevast við at roykja.

Les meira um tilboðið frá Fólkaheilsuráðnum her.

Tú kanst eisini lesa meira um, hvussu tú kanst leggja av at roykja her á síðuni hjá okkum.

Yvirskrift, um tørvur er á tí

Upplatingartíðir