25. oktober 2019

Buccolam munnholuløgur fær treytað tilskot

Lægemiddelstyrelsen hevur avgjørt, at heilivágurin Buccolam fær treytað tilskot frá 04. novembur 2019.

Lægemiddlestyrelsen hevur mett um tilskotsstøðuna á Buccolam munnholuløgi, sum inniheldur heilivágin midazolam í ATC bólkinum N05CD08. Tilskotsstøðan hjá Buccolam broytist frá onki tilskot til treytað tilskot. Læknin skal hervið meta um, um sjúklingurin lýkur treytirnar fyri at fáa stuðul, og viðmerkja hetta á forskriftina. Skriva t.d. "Tilskot" í teigin "anden information" í Cosmic.

Buccolam munnholuløgur er góðkendur til viðgerð av drúgvum bráðfeingis krampaherðindum hjá børnum og ungum.

Les meira um avgerðina og um treytirnar her.

Yvirskrift, um tørvur er á tí

Upplatingartíðir