10. mai 2022

Elisabet arbeitt í Apoteksverkinum seinastu 11 árini

Elisabet er farmakonomur og arbeiðir á fjardeildini hjá Apoteksverkinum og hevur ábyrgd av nógvum fjølbroytum uppgávum.

Elisabet Berg Jacobsen hjálpir viðskiftafólk við kassan á Tjaldurs Apoteki

Elisabet byrjaði sum næmingur hjá Apoteksverkinum í 2011 og hevur arbeitt hjá okkum síðani tá. Í dag hevur hon ábyrgd av ymiskum uppgávum m.a. á fjardeildini, har hon tekur sær av kundum, sum ikki koma inn á deildirnar hjá Apoteksverkinum.

Tjaldurs Apotek hevur ábyrgd av at senda heilivág út til kundar, og økið fevnir víða – Streymoy, Vágoy, Sandoy, Skúvoy, Hestur, Koltur, Mykines, og síðani eisini bygdirnar í Sundalagnum á Eysturoynni. Elisabet tekur sær av at móttaka reseptir og senda rokningar út til kundarnar. Dagliga koma áleið 110 reseptir inn, har heilivágurin skal sendast út til kundan. Hetta svarar til áleið 28.000 reseptir og pakkar árliga.

Hon er eisini at síggja úti í handlinum. Við síni breiðu vitan og drúgvu royndum veitir hon okkara kundum bestu vegleiðingina og tænastuna. 

Nógv er broytt síðani Elisabet byrjaði í 2011. Tá komu allar reseptir inn umvegis fax. Í dag verða allar reseptirnar sendar inn talgilt. Og innan stutta tíð verður ein nýggj skipan tikin í nýtslu, ið fer at lætta enn meira um arbeiðið hjá starvsfólkunum. 

Eingir dagar eru eins hjá Elisabet. Mánadagar og fríggjadagar er tað teir stóru kundarnar, sum t.d. Landssjúkrahúsið, har allur heilivágur og onnur útgerð skal gerast klár, pakkast og sendast. Hósdagur er settur av til at taka sær av sendingum til privatkundar, og týsdag verða vørur sendar retur til veitararnar, annaðhvørt tí seinasti brúksdagur er lokin, ella tí at vøran ikki kann seljast av aðrari orsøk. Tímarnir ímillum alt hetta verða brúktir at avgreiða sendingar til privatkundar og síðani eisini at vegleiða og tæna kundunum í Tjaldurs Apoteki.

Arbeiðslívið á Apoteksverkinum

Les meira um hvat ein farmakonomur ger og um starvsmøguleikar á Apoteksverkinum.

Yvirskrift, um tørvur er á tí

Upplatingartíðir