15. apríl 2020

Euthyrox nýggja formulering

Ein nýggj formulering av euthyrox verður at fáa frá 4. mai 2020.

Nýggja formuleringin av euthyrox:

  • Gevur betri stabilitet av tí aktiva evninum undir goymslu av heiliváginum
  • Inniheldur ikki laktosu

Tá ið skift verður til nýggju formuleringina verður viðmælt at nýta somu skamtan. Møguleiki er fyri, at broyting er í upptøkuni av virkna evninum fyri einstakar sjúklingar.

Viðmælt verður, at blóðroyndir verða tiknar 6 vikur eftir byrjan av nýggju formuleringini av euthyrox. 

Les meira frá Lægemiddelstyrelsen her:

Yvirskrift, um tørvur er á tí

Upplatingartíðir