02. desember 2019

Forxiga 5 mg fyri diabetes hevur fingið treytað tilskot

Lægemiddelstyrelsen hevur avgjørt, at heilivágurin Forxiga í styrkini 5 mg frá 02. desembur 2019 hevur treytað tilskot.

Lægemiddlestyrelsen hevur mett um tilskotsstøðuna á Forxiga 5 mg tablettum, sum inniheldur heilivágin dapagliflozin í ATC bólkinum A10BK01. Tilskotsstøðan hjá Forxiga 5 mg tablettum  broytist frá generelt tilskot til treytað tilskot. Forxiga 10 mg tablettir hava framvegis generelt tilskot. Læknin skal hervið meta um, um sjúklingurin, ið tekur Forxiga 5 mg tablettir, lýkur treytirnar fyri at fáa stuðul, og viðmerkja hetta á forskriftina. Skriva t.d. "Tilskot" í teigin "anden information" í Cosmic.

Forxiga er góðkent til viðgerð av diabetes týpu 2.

Les meira um avgerðina og um treytirnar her.

Yvirskrift, um tørvur er á tí

Upplatingartíðir