09. desember 2019

Gjald fyri plastposar

Frá 1. januar 2020 fara øll apotekini at taka pening fyri plastposar.

 

Apoteksverkið hevur avgjørt, at frá 1. januar 2020 fara øll apotekini at taka eitt gjald fyri plastposar. Endamálið við hesum átaki er at avmarka nýtsluna av plastposum, og harvið minka um plast dálking á sjógvi og á landi. Hetta er í tráð við tey 17 heimsmálini hjá ST um burðardygd, ið eisini snýr seg um at verja umhvørvið ímóti dálking. Tú kanst lesa meira um tey 17 heimsmálini her.

Starvsfólkið á apotekunum fer tískil framyvir at spyrja, um tú ynskir at keypa ein plastposa. Prísurin verður 1 kr. fyri smáar posar og 2 kr. fyri stórar posar. Vit heita tó á kundar okkara, heldur at hava endurnýtsluposa ella líknandi við á apotekið.

Yvirskrift, um tørvur er á tí

Upplatingartíðir