02. apríl 2019

Heilsudagar á Apotekinum í Steinatúni

Heilsukanning og hoyriroynd um somu leið í Steinatúni. Hósdagin og fríggjadagin 4. og 5. apríl er eitt gott hugskot at leggja leiðina framvið Steinatún, tá Apotekið í Steinatúni og Hoyrnin skipa fyri heilsudøgum.

 

Heilsudagurin er eitt gott høvi at kanna, hvussu tú hevur tað, um tú hoyrir sum tú skalt og fáa serkøna vegleiðing um hoyrn og heilsu.

Apotekið bjóðar eina skjóta og ókeypis heilsukanning, ið fevnir um blóðtrýst, blóðsukur, BMI og vekt.

Hoyrnin hevur sett eina sjálvvirkandi ‘hoyrikiosk’ upp har tú kanst taka eina skjóta hoyriroynd og fáa úrslitið beinanvegin.

Yvirskrift, um tørvur er á tí

Upplatingartíðir