16. apríl 2021

HUSK tilbúningar afturkallaðir

Allir Husk tilbúningar, eisini Husk við kálki, verða afturkallaðir

Av tí, at illgruni er um, at Husk tilbúningarnir frá Orkla Care A/S kunnu vera dálkaðir við salmonella, er avgjørt, at allir Husk tilbúningar, eisini Husk við kálki, ið Framleiðsluapotekið í Føroyum framleiðir, verða afturkallaðir.

Viðskiftafólk hjá apotekunum kunnu lata Husk og Husk við kálki inn aftur á apotekini, eisini um ílatið er ásett, og fáa pengarnar aftur. 

Yvirskrift, um tørvur er á tí

Upplatingartíðir