18. oktober 2019

Influensavaksinan er tøk frá mikudegi í viku 43

Influensavaksinan kann útvegast frá apotekinum frá mikudegi í viku 43. Í ár er vaksinan bert tøk sum 4-valent.

Mælt verður til at koppseta eldri yvir 65 ár, barnakonur, sjúklingar við varðandi sjúku og ávísar persónsbólkar.

Tilboð um ókeypis koppseting fyri influensu er galdandi í tíðarskeiðinum frá 1. oktober og við 31. desember. Tó er tilboðið til barnakonur um ókeypis koppseting fyri influensu galdandi í tíðarskeiðinum frá 1. oktober at rokna og til 1. mars árið eftir. Sí kunngerð um ókeypis koppseting ímóti ávísum sjúkum her.

Yvirskrift, um tørvur er á tí

Upplatingartíðir