17. oktober 2019

Kikhostakoppseting til børn

Í Føroyum verður mælt til, at øll børn verða koppsett fyri ávísar sjúkur. Tær tilmæltu koppsetingarnar eru ókeypis og verða gjørdar hjá kommunulæknunum. Ein av sjúkunum, sum koppsett verður fyri í barnakoppsetingarskránni, er kikhosti.

Í Føroyum verður danska koppsetingarskráin fylgd, og somu tilráðingar eru tíðskil galdandi í Føroyum sum í Danmark. 

Í septembur mánaði í ár boðaði Statens Serum Institut (SSI) frá, at ein kikhostafarsótt er staðfest í Danmark. Til og við august 2019 vóru skrásettir 1.323 tilburðir av kikhosta í Danmark. Deildarleiðari á Statens Serum Institut leggur dent á, at tað er týdningarmikið, at børn verða koppsett til tíðina, sí meira kunning frá SSI her

Um barnakoppsetingarskráin verður fylgd, so verða børn koppsett fyri kikhosta í samband við 3, 5 og 12 mánaðar sproytuna. Ein endurkoppseting verður framd, tá barnið er 5 ár, og eftir hetta er barnið vart í umleið 10 ár. Tað eru tí serliga pinkubørn, sum eru í vanda fyri at verða smittað. Størri børn, vaksin og eldri kunnu tó eisini verða smittað og bera smittuna víðari. Tískil skulu øll, sum eru undir illgruna fyri at hava kikhosta, ikki vera saman við pinkubørnum, sum ikki eru vard. Kikhosti stendst av bakteriuni Bordetella pertussis og smittar umvegis sokallaða dropasmittu. Sermerkt fyri kikhosta er, at ein fær ógvuslig herðindi av turrum hosta. Fyri pinkubørn kann kikhostin vera sera álvarsligur. Í ringasta føri kann hostin elva til, at barnið steðgar við at anda.

Les meira um koppsetingar til børn á síðuni hjá Apoteksverkinum her

Yvirskrift, um tørvur er á tí

Upplatingartíðir