30. august 2019
Hósdagin 29.08.2019 var hátíðardagur á Tjaldurs apoteki. Ragnfríð G. Hansen, Jóhan B. Johansen og Anja S. Danielsen fingu handað prógv í sambandi við, at tey eru liðug sum farmakonomar. Útbúgvingin hevur tikið 3 ár, og er skipað sum skiftisvís skúli á Pharmakon í Hillerød og starvsvenjing á Tjaldurs apoteki í Tórshavn. Vit ynskja teimum hjartaliga tillukku og góða eydnu framyvir.