15. august 2019

Nýggj kunngerð um ókeypis koppseting ímóti ávísum sjúkum

19. juli 2019 hevur Heilsu- og innlendismálaráðið ásett nýggja kunngerð um ókeypis koppseting ímóti ávísum sjúkum. Framyvir kunnu dreingir í aldrinum 12-17 ár verða koppsettir ókeypis ímóti humant papillomavirus HPV.

HPV-koppsetingin til dreingir í aldrinum 12-17 ár er tann sama sum verður givin til kvinnur. Koppsetingin verður bíløgd til viðtaluna sum vant og verður givin beinleiðis í viðtaluni. Sí kunngerðina her.

Yvirskrift, um tørvur er á tí

Upplatingartíðir