05. juli 2019

Nýggj kunngerð um tilskot til heilivág

1. juli 2019 hevur Heilsu- og innlendismálaráðið ásett nýggja kunngerð um prístalsviðgerð av tilskoti til tilskotsheimilaðan heilivág.

Nýggja kunngerðin hevur við sær, at kundar okkara skulu gjalda munin ímillum ta gomlu ásetingina og ta nýggju. Gjaldið verður íroknað fyrstu ferð tú fært útflýggjað tilskotheimilaðan heilivág aftaná 1. juli 2019 og telur við í egingjaldinum fyri núverandi tilskotsár.

Munurin er tengdur at, um tú ert pensjónistur ella vaksin. Munurin er 21,10 kr. fyri pensjónistar og 33,10 kr. fyri vaksin.

Les meira um kunngerðina, egingjald og stuðul til heilivág á síðuni her.

Yvirskrift, um tørvur er á tí

Upplatingartíðir