04. mars 2022

Radioaktiv geisling og jodtablettir

Sambært Sundhedsstyrelsen skulu fólk ikki sjálvi fara undir viðgerð við jodtablettum, tí hetta skal bert nýtast eftir viðmæli frá myndugleikunum. Í Føroyum er tað landslæknin, ið kemur við tilmælum.

Yvirlækni innan Nuklearmedisin á Herlev og Gentofte sjúkrahúsi greiðir frá, at tað er heilt natúrligt, at fólk gerast stúrin, tá ið tað verður prátað um atomkríggj og geisling. Yvirlæknin sigur tó, at sum tað sær út nú, nýtast vit ikki at stúra um eina nýggja Tjernobyl vanlukku.

Sjálvt tá Tjernobyl vanlukkan rakti, og stórar mongdir av radioaktivum jodi vórðu spjaddar, var ikki neyðugt at taka jod í Danmark. Hetta tí, at radioaktivt jod í stórum nøgdum ikki náddi allan vegin til Danmarkar. Danska Sundhedsstyrelsen metir ikki, at tað er neyðugt at viðmæla ella at bjóða íbúgvum í Danmark jodtablettir sum fyribyrging, um tað skuldi hent ein kjarnorkuvanlukka í Ukreina. Orsøkin til hetta er, at frástøðan frá Danmark til kjarnorkuverkini í Ukreina er meira enn 900 km. Altjóða tilmæli eru, at jodtablettir verða viðmældar teimum, ið eru stødd 100-200 km frá vanlukkuraktum kjarnorkuverki. Føroyar liggja uppaftur longri burtur frá Ukreina, enn Danmark ger.

Um ein vanlukka hendir á einum kjarnorkuverki, kunnu ymisk radioaktiv evni, m.a. radioaktivt jod, koma út í umhvørvið og kunnu spjaðast við vindinum. Tá ið ein andar radioaktiv jod, verður tað upptikið í blóðinum og kann hópast upp í skjaldkertlinum. Tann stórsta stúranin er, at upphópan av radioaktivum jodi kann føra til krabbamein í skjaldkertlinum. Endamálið við at taka jod tablettir er at "metta" skjaldkertilin við jodi, soleiðis at radioaktivt jod ikki verður upptikið, men verður útskilt beinleiðis úr kroppinum. Jodtablettir kunnu bert verja móti radkioaktivum jodi og ikki móti øðrum radioaktivum evnum, sum eisini kunnu spjaðast frá eini kjarnorkuvanlukku. Eftir Tjernobyl vanlukkuna vóru fleiri, ið fingu krabba í skaldkertilin. Hetta var tó í nærumhvørvinum og ikki í londum, sum vóru langt burtur frá vanlukkurakta økinum. Tað vórðu máldar mikromongdir av radioaktivum jodi í Danmark eftir Tjernobyl vanlukkuna. Tá fingu danskir íbúgvar ikki jod tablettir. 

Jod tablettir finnast sum kostískoyti og sum hádosis tablettir. Jod tablettir sum kostískoyti hava onga effekt, um vit verða útsett fyri radioaktivari geisling, tí innihaldið av jodi er so lágt. Jod tablettir, ið verða nýttar, um ein verður útsettur fyri radioaktiviteti, innihalda hægri nøgd av Jodi. Persónar yvir 40 ár hava ongan ágóða av jodtablettunum, og sambært WHO er eisini ivasamt, hvussu stóran ágóða persónar millum 20-40 ár hava av viðgerð við jodtablettum.

Sambært Sundhedsstyrelsen skulu fólk ikki sjálvi fara undir viðgerð við jodtablettum. Um jodtablettir skulu nýtast fyribyrgjandi í samband við kjarnorkugeisling, er umráðandi, at tað verður tikið í rættari mongd og rætt tíðspunkt. Jodtablettir skulu tí bert nýtast eftir viðmæli frá myndugleikunum. Í Føroyum er tað landslæknin, ið kemur við tilmælum. 

Tú kanst lesa meira frá Sundhesstyrelsen ella á medicinsk fagblad

Yvirskrift, um tørvur er á tí

Upplatingartíðir