14. november 2022

Soleiðis letur tú heilivág inn til Apotekið at burturbeina

Heilivágur er ikki vanligt burturkast – tað kann vera vandamikið, enntá lívshættisligt, í skeivum hondum, og so kann tað dálka umhvørvið, um tað verður tveitt í ruskspannina ella skolað niður í kummuni.


Tá ið tú letur heilivág inn til okkum, mást tú fyrst syrgja fyri, at eingir persónsupplýsingar eru á, og síðani koyrir tú heilivágin í ein kláran posa, soleiðis at vit síggja, hvat slag av heilivági tað er. Síðani syrgja vit fyri, at hann verður burturbeindur rætt.

 

Yvirskrift, um tørvur er á tí

Upplatingartíðir