08. november 2019

Veitingartrupulleikar við Gardasil (barnakoppsetingarskráin undantikin)

Fyritøkan MSD, ið framleiðir HPV-koppsetingina Gardasil 9, hevur boðað frá, at HPV koppsetingin ikki er tøk at veita einstaklingamarknaðinum fyrr enn í 2021. Veitingin til barnakoppsetingarskránna verður ikki ávirkað.

 

Osøkin til veitingartrupulleikan er sambært fyritøkuni, at størri eftirspurningur hevur verið enn áður, og at framleiðslan tíverri ikki kann fylgja við. Sostatt kunnu tey, sum ynskja at verða koppsett fyri HPV, sum ikki eru ein partur av barnakoppsetingarskránni, verða noydd at bíða, inntil koppsetingin er tøk aftur. Hetta rakar eisini tey, sum eru byrjað koppsetingarseriuna. Koppsetingin verður vanliga givin sum 3 koppsetingar, ið helst skulu gevast innan 1 ár. 

Tað verður mett, at apotekini í vissan mun kunnu veita einstaklingamarknaðinum Gardasil koppseting, sum er parallellinnflutt, men tað er enn óvist, í hvussu stóran mun hesin tørvurin kann verða nøktaður.

Les meira um veitingartrupulleikan á síðuni hjá Statens Serum Institut her.

Yvirskrift, um tørvur er á tí

Upplatingartíðir