Barnaormur

Nógv húski við børnum kenna til barnaorm. Barnaormur kemur fyri allastaðni í heiminum og hjá øllum fólki á øllum aldri, tó er hann vanligast hjá børnum og ungum.

Hvør er orsøkin til barnaorm?

Barnaormur kemur av orminum Enterobius vermicularis. Menniskjan er einasti vertur hjá barnaormi, sum vit vita um. Ormveran verður klakt í blágørnunum (tyndtarmen) og mennist til vaksnan orm eftir einum mánaði og heldur síðan til í langanum (tyktarmen). Um náttina ferðast honin út gjøgnum baktarmsopið, verpur og leggur fleiri túsund egg rundan um opið. Síðan doyr hon. Eggini halda sær á lívi einar 2 vikur í t.d. seingjarklæðum, húsdusti ella undir neglunum. Smittað verður frá endatarmi til munn.

Hvørji eyðkenni eru?

Eyðkenni fyri barnaorm er skriði rundan um baktarmin, serliga um náttina meðan barnið liggur undir tí heitu dýnuni. Skriðin kemur av, at honormurin um náttina, sum sagt, ferðast út til baktarmin og leggur eggini í húðarfaldirnar har.

Ofta varnast foreldur, at børnini hava fingið orm, tí tey síggja evarska klænan, hvítgulan orm rundan um barnsins baktarm ella í skarninum. Ormurin er 8-13 mm x 0,5 mm til støddar.

Hvussu smittar barnaormur?

Barnaormur smittar frá einum fólki til annað. Eggini kunnu yvirliva í dusti og í øðrum líknandi í fleiri vikur. Tá ið barnið skriðar sær, fær tað egg á fingrarnar ella undir neglirnar og koyrir tey síðan í munnin. Á tann hátt smittar barnið seg sjálvt og heldur lív í ormafongdini. Smittan kemur serliga frá hondum, leikum, vesibrettum osfr. 

Børn á dagstovni smitta lættliga hvørt annað. Fær ein í húsinum barnaorm, breiðir tað seg ofta til hini í húsinum. Harumframt kunnu børn smitta seg sjálvi, tí viðgerðin drepur ikki eggini, men bara tann vaksna ormin. Tí er umráðandi at taka viðgerðina uppaftur. Tá ið tað kann tykjast so torført at sleppa av við barnaorm, er tað ikki, tí at heilivágurin, sum finst, er vánaligur, men tí at fólk beinanvegin verða smittað aftur. Tað hendir sjálvandi oftast, har ið reingerðin innanhýsis svíkur.

Hvør er viðgerðin?

Barnaormur verður viðgjørdur við mebendazol (Vermox®) ella pyrvin (Vanquin®). Alt húskið skal viðgerast samstundis.

Mebendazol fæst ávikavist sum tablettir og flótandi á apotekinum eftir forskrift. Heilivágurin skal gevast tríggjar ferðir við á leið tveimum vikum millumbili. Vanliga er hendan viðgerðin nóg mikið. Mebendazol virkar á tann hátt, at ormurin upptekur ikki so lætt sukur, og tá doyr bæði tann vaksni ormurin og ormveran. Eggini kunnu yvirliva. Tá ið ormarnir eru deyðir, hvørva teir við skarninum.

Pyrvin fæst sum tablettir í handkeypi á apotekinum. Heilivágurin skal takast 2 ferðir við á leið tveimum vikum millumbili. Tað virkar helst á tann hátt, at tað tálmar upptøkuna av súrevni og sukri. Ormarnir doyggja eftir einum tveimum døgum og hvørva við skarninum.

Vert er at hava í huga, at pyrvin er eitt sterkt reytt litevni, ið litar skarnið reytt og kann seta blettir á klæðini. Tablettin verður tikin beint eftir eina máltíð og skal svølgjast í einum fyri ikki at mislita tenninar.

Hvussu verður barnaormur staðfestur?

Læknin kann trýsta límsíðuna á klárum klisturbandi móti baktarmsopinum, serliga á morgni áðrenn farið verður á vesi. Klisturbandið verður síðan kannað við sjóneyku, um egg kanska eru at finna.

Ofta verður hugt at baktarmsopinum ella skarninum saman við einari sjúkusøgu.

Kunnu børn við barnaormi fara á dagstovn?

Børn kunnu saktans fara á dagstovn, um tey eru í viðgerð fyri barnaorm, men starvsfólkini mugu verða kunnað, so tað slepst undan, at hini børnini verða smittað.

Hvat kann eg gera?

• Baða hvønn morgun fyri at burturbeina egg og orm rundan um baktarmin

• Skift seingjarklæði og undirklæði so ofta sum gjørligt, serliga 7-10 dagar eftir viðgerðina

• Klipp neglirnar hjá børnunum stuttar, so at eggini ikki seta seg har

• Tað er umráðandi, at øll í húskinum – bæði børn og vaksin – vaska sær væl um hendurnar, tá ið tey hava verið á vesi og fyri hvørja máltíð

• Halt bústaðin reinan, serliga í sovikamarinum

• Et ikki í sovikamarinum

• Um fleiri í húskinum eru fongd, skulu tey viðgerast sama dag

Upplatingartíðir