Sólkrem

Sólkrem verjir fyri skaðiligum geislum frá sólini, men sólkrem ger ikki, at tú kanst liggja so leingi í sólini, sum tær lystir. 

Hvussu virkar sólkrem?

Sólkrem filtrar ella sáldar ein part av UV-geislingini – antin við einum kemiskum ella fysiskum filtri. Tað kemiska filtrið fer inn í húðina og tekur UV-geislingina frá sólini, sum verður til hita, meðan tað fysiska filtrið leggur seg sum eitt ljóst lag á húðina og kastar geislingina aftur. Sólkrem er ikki 100% vernd fyri sólini – tí at ein minni partur av geislingini fer altíð inn í húðina.

Hvat er UV-geisling og verndartal?

UV-geisling kemur frá sólini. Fleiri ymiskar geislingar koma frá sólini – bæði sjónligar og ósjónligar. UV-geisling stendur fyri ultraviolettari geisling.

Í UV-geislingini frá sólini eru UV-A-, UV-B- og UV-C-geislingar. Munurin á hesum geislingum er, at bylgjulongdirnar eru ymiskar. Ozonlagið steðgar teimum vandamiklu UV-C-geislingunum, so at tær ikki koma niður á jørðina.

UV-A-geislingar gera húðina brúna, men gera eisini, at húðin eldist. UV-B-geislingar kunnu gera, at húðin skáldast og kunnu eisini elva til húðkrabba.

Evnini í sólkremi, sum verja fyri sólargeislingum, eru ásett í eini verndarskipan, ið kallast SPF (Sun Protection Factor). Faktortalið ella verndartalið er eitt lutfalstal, sum funnið er á tann hátt, at mált verður, hvussu nógv geisling skal til, fyri at húðin rodnar við sólkremi smurdum á, samanborið við húð við ongum sólkremi smurdum á. 

Verndartalið er bara vegleiðandi. Hvussu long tíð gongur, til tú verður skáldað/ur veldst um umstøðurnar: Nær tú sólar tær um dagin ella um árið, UV-geislingarstyrki, skýggj á luftini og húðtýpu. Harumframt er tað tengt at, hvussu nógv sólkrem tú hevur smurt á.

Hvørt tú svimur, liggur á sandinum og/ella sveittar illa hevur eisini sína ávirkan, og eisini hvussu tú ert ílatin – sjálvsagt.

Størri verndartal eitt sólkrem hevur, tess betur verjir tað. Tó er tað ikki tann heilt stóri munurin á at brúka verndartal 30 fram um verndartal 15.

Sólkrem við verndartalinum 15 steðgar 93,3% av UV-geislingunum frá sólini, meðan sólkrem við verndartalinum 30 bara steðgar 3% fleiri geislingum.

 

Hvat slag av sólkremi fæst?

Ymiskir tilbúningar kunnu keypast av sólkremi, so sum krem, lótion, gel ella spray – allir eru góðir. Tó er ikki so einfalt at meta um røttu spraynøgdina, um tú velur at brúka spray.

Tað er gott at velja sólkrem, sum tolir vatn, tí tað heldur longur.

Hvussu nógv skal eg brúka?

Um eitt sólkrem skal vera munadygt, so skal brúkast ríkiligt, og tað skal smyrjast inn í húðina okkurt um 20 minuttir, áðrenn farið verður út í sólina.

Ofta er tað so, at ¼ av viðmæltu nøgdini verður brúktur. Um ikki nóg nógv sólkrem verður brúkt, so verður sólkremið ikki nóg munadygt.

Kremið eigur at metta húðina. Tad merkir, at tú skalt brúka ein stóran lógva av kremi, eini 30-40g, til at smyrja kroppin hjá einum vaksnum fólki. Til børn nýtir tú helvtina – ein fullan barnalógva. Brúkar tú minni, fært tú ikki ta verju, sum stendur á pakkitilfarinum, og vandin at fáa skaða er størri. Eisini er skilagott at minnast at smyrja á aftur, um tú hevur svomið, ligið leingi á einum handklæði ella hevur sveittað illa. Nakrir sóltilbúningar tola vatn ella eru vatnfastir. Men hevur tú verið í vatni og hevur turkað tær við handklæði, so er tryggast at smyrja aftur.

Drála ikki til húðin er vorðin reyð, tí tá er skaðin longu hendur.

Eru fyrilit at taka?

Hóast tú hevur smurt teg við sólkremi, so er tað týdningarmikið ikki at vera longur úti í sólini, enn tú hevði verið uttan sólkrem. Fleiri yvirmeta sólkrem og halda “at væl stendur til“.

Tá ið tú brúkar sólkrem, minkar tú um sólskáldingarvandan, men vandin fyri at fáa húðkrabba verður størri, jú longur tú ert í sólini – eisini um tú brúkar sólkrem. Tey bestu ráðini eru tí at vera í sólini stutta tíð í senn.

Tað er av serligum týdningi ikki at sita í sólini um middagsleitið, millum kl. 12 og 15, tá ið hon skínur mest.

Hvussu leingi heldur sólkrem?

Um sólkrem verða goymd í stovuhita, so er haldtíðin vanliga tvey til trý ár, um pakkitilfarið ikki er latið upp, og vanliga 12 mánaðir eftir, at pakkitilfarið er latið upp. Um sólkrem er í nógvum hita – eitt nú í handskarúminum í heitum bili ella í sólini á strondini – so verður lítil dugur í tí, sum tíðin gongur. Verður sólkremið dálkað, tað skiftir lit ella luktar, so skal tað koyrast í ruskílatið.

Góð ráð

  • Smyr sólkrem á tann partin av húðini, har klæði ikki fjala yvir 
  • Tað er umráðandi at finna rætta faktor ella verndartal til tína húð
  • Tað er gott at smyrja á fleiri ferðir um dagin, serliga um man hevur sveitta, svomið ella turka húðina
  • Gott er at smyrja sólkrem á húðina, eini 20 min áðrenn tú fert út í sólina

Børn og sólverja

At verja børnini væl fyri sólini er ógvuliga týðandi. Jú oftari fólk eru skáldað av sólini, jú størri er vandin seinni at fáa húðkrabba.

Mælt verður til størri verndartal, um talan er um børn, ella um tú hevur sóleksem, ella tú hevur eina húðsjúku ella skurðsár, ella tú hevur sera viðkvæma ella ljósa húð – og eisini, um tú ferðast til londini nær ekvator.

Smábørn skulu mest møguligt vera í skugganum, men um neyðugt er at fara út í sólina, so er best, at tey eru í víðum og tættvovnum klæðum, tí at hetta er tann besta verjan, og slík klæði tykjast svallig, hóast heitt er í veðrinum.

Tá ið børn spæla úti millum kl. 12 og 15, eiga tey at hava hatt við breiðum skugga á høvdinum. Hatturin skal fjala skalla og oyru og skal skugga fyri andliti og nakka. Mælt verður til, at klæðini røkka í minsta lagi til albogar og niður til kníggja.

Har klæðini ikki fjala húðina, skal sólkrem smyrjast, eitt nú á andlit og hendur. Brúka eitt vatnfast sólkrem, verndartal 15 (miðal), sum verjir bæði fyri UV-A- og UV-B-geislingum. Í heitari londum verður sólkrem valt, ið hevur størri verndartal – alt eftir tørvi. Minst til, at sólkrem forðar ikki UV-geisling at koma at húðini – ein lítil partur fer inn í húðina.

Upplatingartíðir