27. juni 2022

Sólbjørg vil veita góða tænastu og vegleiðing til kundar

Sólbjørg arbeiðir á Eysturoyar Apoteki og hevur stóran áhuga í at veita fullgóða tænastu og vegleiðing til kundar.

Sólbjørg Jacobsen er farmakonomur á Apoteksverkinum.

Sólbjørg arbeiðir á Eysturoyar Apoteki og hevur stóran áhuga í at veita fullgóða tænastu og vegleiðing til kundar. Hon bleiv útlærd sum farmakonom í 2021.

Dagarnir hjá Sólbjørg eru fjøltáttaðir, og hon hevur stóran áhuga fyri heilivági, heilivágsviðgerð og at arbeiða við fólki – so ein framtíð sum farmakonom var uppløgd hjá henni. Sólbjørg byrjaði sum farmakonomnæmingur í Apoteksverkinum, og lærutíðin var á Eysturoyar Apoteki. Farmakonomútbúgvingin tekur 3 ár og er samsett við praktikk og skúlagongd í Danmark á skúlanum Pharmakon, Hillerød. Útbúgvingin leggur dent á eitt heilivág, heilivágsviðgerð, sjúkur og samskifið.

Sólbjørg hevur síðani loknað lærutíð starvast á Eysturoyar Apoteki.

Arbeiði hjá henni fevnir m.a. um at avgreiða viðskiftafólk í handlinum, at vegleiða og veita neyðuga kunning um heilivág og viðgerð. Ein stórur partur av arbeiðnum er at tryggja, at kundin fær rættan heilivág og at møguliga ivamál verða loyst. Eisini at vegleiga um røkt og heilsu í síni heild.

Hon fæst eisini við at avgreiða heilivág við posti og vørur til handkeypssølur kring alt landið. Handkeypsølur eru handlar kring landið, ið hava vanlig handkeypsvøra s.s. panodil, hostasaft, vitaminur o.a.

Apotekið hevur samstarv við A-apoteket (apoteksketa), har Sólbjørg er kontaktpersónur vegna Eysturoyar Apotek. Hon hevur ábyrgd av at velja vørur, sum skulu við í søluátøk hjá apotekinum. Hetta eru m.a. vørur innan húðrøkt, tannrøkt og aðra handkeypsvøru, sum tú sært úti í handlinum.

Umframt hetta er Sólbjørg í Facebook-toyminum hjá Eysturoyar Apoteki, har uppgávan er at leggja viðkomandi tilfar út á Facebook síðuna um nýggjar vørur, góð ráð og aðra kunning.

Eisini er Sólbjørg við at fremja “heilsutjekk” nakað, sum Sólbjørg og starvsfelagar hennara hava framt fyri fyritøkum og stovnum. Umframt hetta er Sólbjørg eisini partur av koppsetingartoyminum á Eysturoyar Apoteki, har ið koppsett verður móti koronu.

Um tú fert á gátt hjá Eysturoyar Apoteki, so er stórur møguleiki at tú hittir smílandi og vinarligu Sólbjørg Jakobsen.

Arbeiðslívið á Apoteksverkinum

Les meira um, hvat ein farmakonomur ger, og um arbeiðslívið á Apoteksverkinum

Yvirskrift, um tørvur er á tí

Upplatingartíðir