Stendur tú og manglar ein pakka av panodil ella onkran annan handkeypsheilivág, er ikki neyðugt at stilla teg í kø á apotekinum. Tú kanst bara brúka sjálvtøkuna, sum er opin alt samdøgrið, alt árið.
Hanskeypssjálvtøka stendur uttan fyri Tjaldurs apotek og Vága apotek.
Sjálvtøkan hevur 18 ára aldursmark, og tú brúkar Skjáttuna sum samleikaprógv.
Tú tøppar vørunummarið inn á sjálvtøkuni, og síðani skal skannarin á sjálvtøkuni lesa QR-kotuna, sum tú hevur á Skjáttuni. So rindar tú við gjaldskortinum, og tú fært vøruna. Vit viðmæla at tú hevur Skjáttuna klára á telefonini áðrenn tú byrjar.
Les meira um Skjáttuna her.