Norðoya Apotek

28. apríl 1932 letur upp deildarapotek í Klaksvík í leigaðum hølum í Toystovuni hjá fyrrverandi kongaliga handlinum. 8. juni 1961 letur apotekið upp í egnum hølum, sum eisini eru núverandi høli.

Í 1983 broytir apotekið í Klaksvík støðu frá at vera deild av Tjaldurs Apoteki til sjálvstøðuga eind og kemur í hesum sambandi at nevnast Noroyða Apotek við Any Magnussen sum apotekara.

Á sumri 2011 fer ein umfatandi umbygging fram av inngongdini og kundaøkinum á apotekinum.

Á Norðoya Apoteki starvast 13 fólk, og apotekið hevur í høvuðsheitum norðuroyggjarnar sum kundagrundarlag við á leið 6.000 fólkum (2018).

Apotekið veitir tænastu til Klaksvíkar sjúkrahús, 3 kommunulæknar,  tannlæknastovu umframt barnatannarøktina, 1 røktarheim, 1 vistarheim og 2 sambýli. Apotekið bjóðar eisini útflýggjan av heilivági í úrtíð. Apotekið umsitur 5 humanar heilivágsgoymslur í Norðoyggjum og 3 djóraheilivágsgoymslur.

Norðoya Apotek
Klaksvíksvegur 5
700 Klaksvík
+298 40 40 40 nordoya(kurla)apotek.fo
+298 40 40 40
nordoya(kurla)apotek.fo
Upplatingartíðir
mánadag - fríggjadag
09:00 - 17:30
leygardag
09:00 - 13:00
annars eftir avtalu
V-tal: 330833
EAN: 5797100002625
Upplatingartíðir