11. november 2021

Bløðrubruni

Kvinnur í skiftisárunum eru í størri vanda fyri at fáa bløðrubruna vegna trot á tað kvinnuliga kynshormonið. Slímhinnurnar í móðurskeiðini, landræsinum og bløðruni eru hormonviðkvæmar. Tá ið hormongerðin minkar ella næstan fer burtur í einki, kunnu slímhinnurnar gerast turrar og viðkvæmar.

Bløðrubruni er bruni í bløðruslímhinnuni, sum oftast kemst af tarmbakteriuni E-coli. Vanligastu eyðkennini er sviði, tá vatnið skal latast, ella kenslan av at vilja pissa alla tíðina, uttan at trongdin er so stór. Les meira um bløðrubruna her: 

Hormon (østrogen) til lokala nýtslu kann møguliga loysa hendan trupulleikan. Les meira her um kvinnur í skiftisárum her: 

Yvirskrift, um tørvur er á tí

Upplatingartíðir