Tíðindi

ÁR  
Trupulleikar at útvega Centyl við Kaliumklorid
24.03.2021

Trupulleikar at útvega Centyl við Kaliumklorid

Teir komandi mánaðirnir kann væntast at verða trupulleikar av kombinatiónspreparatinum við bendroflumethiazid + kaliumchlorid (eitt nú Centyl við Kaliumklorid), í øllum styrkjum og pakningsstøddum. Nakrar styrkir og pakningsstøddir kunnu væntast at koma aftur í novembur t.d. Centyl Mite við Kaliumk...
Mini-Pe kunnu ikki útvegast í løtuni
04.03.2021

Mini-Pe kunnu ikki útvegast í løtuni

Mini-Pe, 1. generations gestagen, kann væntandi skaffast aftur í viku 17.
Pneumovax
18.02.2021

Pneumovax

Nú er 23 valenta pneumokokk vaksinan aftur á lagur. Hendan vaksinan er við í kunngerð frá 30 juli, um ókeypis koppseting ímóti ávísum smittandi sjúkum
Útflýggjan av azithromycin er aftur broytt til B útflýggjan
23.11.2020

Útflýggjan av azithromycin er aftur broytt til B útflýggjan

Nú kunnu kommunulæknar aftur útflýggja azithromycin. Heilivágurin er ikki longur bert ætlað sjúkrahúsinum.
Læknar kunnu nú útskriva tablettir fyri skrubb
06.05.2020

Læknar kunnu nú útskriva tablettir fyri skrubb

Krem hevur verið einasti góðkendi heilivágur til viðgerð av skrubb. Nú kunnu læknar eisini útflýggja Scatol® tablettir fyri skrubb.
Euthyrox nýggja formulering
15.04.2020

Euthyrox nýggja formulering

Ein nýggj formulering av euthyrox verður at fáa frá 4. mai 2020.
Paracetamol stikkpillarar kunnu ikki útvegast í løtuni
01.04.2020

Paracetamol stikkpillarar kunnu ikki útvegast í løtuni

Paracetamol 500 mg og 1000 mg stikkpillarar kunnu ikki útvegast í løtuni. Okkara veitarar kunnu ikki skaffa vøruna fyribils.
Gardasil veitingin á røttu leið aftur
23.01.2020

Gardasil veitingin á røttu leið aftur

Í novembur mánað síðsta ár varð boðað frá, at veitingartrupulleikar kundu væntast við Gardasil til einstaklingamarknaðin fram til 2021. Hesin tørvur verður nú nøktaður av paralellinnfluttum koppsetingum.
Forxiga 5 mg fyri diabetes hevur fingið treytað tilskot
02.12.2019

Forxiga 5 mg fyri diabetes hevur fingið treytað tilskot

Lægemiddelstyrelsen hevur avgjørt, at heilivágurin Forxiga í styrkini 5 mg frá 02. desembur 2019 hevur treytað tilskot.
Veitingartrupulleikar við Gardasil (barnakoppsetingarskráin undantikin)
08.11.2019

Veitingartrupulleikar við Gardasil (barnakoppsetingarskráin undantikin)

Fyritøkan MSD, ið framleiðir HPV-koppsetingina Gardasil 9, hevur boðað frá, at HPV koppsetingin ikki er tøk at veita einstaklingamarknaðinum fyrr enn í 2021. Veitingin til barnakoppsetingarskránna verður ikki ávirkað.
Ókeypis koppseting fyri kikhosta til barnakonur
29.10.2019

Ókeypis koppseting fyri kikhosta til barnakonur

Heilsumálaráðið hevur avgjørt, at tað frá 26. oktobur 2019 er ókeypis fyri barnakonur at koppsetast fyri kikhosta. Tilboðið er galdandi til 1. februar 2020.
Buccolam munnholuløgur fær treytað tilskot
25.10.2019

Buccolam munnholuløgur fær treytað tilskot

Lægemiddelstyrelsen hevur avgjørt, at heilivágurin Buccolam fær treytað tilskot frá 04. novembur 2019.
Influensavaksinan er tøk frá mikudegi í viku 43
18.10.2019

Influensavaksinan er tøk frá mikudegi í viku 43

Influensavaksinan kann útvegast frá apotekinum frá mikudegi í viku 43. Í ár er vaksinan bert tøk sum 4-valent.
Kunning frá SSI
15.10.2019

Kunning frá SSI

Rabipur, koppseting fyri rabies, kann ikki útvegast í løtuni. Apotekið fær tískil koppsetingina Verorab í staðin. Verorab er ikki skrásett í Danmark ella Føroyum. Eisini verður barnakoppsertingin broytt frá DiTeKiPol Booster til Tetravac og frá DiTeKiPol/Act-Hib til Pentavac.
Broytingar í tilskoti til solifenacin tablettir
03.10.2019

Broytingar í tilskoti til solifenacin tablettir

Solifenacin (Vesicare) tablettir fáa nú aftur generelt tilskot. Heilivágurin er blivin bíligari og tí broytir danska Lægemiddelstyrelsen tilskotsstøðuna frá 7. oktobur 2019.
Veitingartrupulleikar við Sinemet tablettum 12,5/50 og Sinemet tablettum 25/100
18.09.2019

Veitingartrupulleikar við Sinemet tablettum 12,5/50 og Sinemet tablettum 25/100

Sinemet tablettir 12,5/50 og Sinemet tablettir 25/100 kunnu ikki veitast í løtuni. Danska Lægemiddelstyrelsen hevur gjørt ein lista við alternativum.
Vegleiðing í nýtslu av medisinskum kannabis í Føroyum
13.09.2019

Vegleiðing í nýtslu av medisinskum kannabis í Føroyum

Á heimasíðuni hjá apoteksverkinum liggur nú vegleiðingin, sum Landsapotekarin og Landslæknin hava gjørt.
2. og 3. generatións p-pillarar, ið kunnu útvegast í løtuni
12.09.2019

2. og 3. generatións p-pillarar, ið kunnu útvegast í løtuni

Apotekini hava trupult við at veita ávís sløg av p-pillarum í løtuni. Apotekið hevur hugt nærri at støðuni og gjørt ein lista yvir, hvørji sløg av 2. og 3. generatións p-pillarum kunnu útvegast í løtuni. (dagført 25.10.2019)
Altjóða avregistrering av Cilest®
04.09.2019

Altjóða avregistrering av Cilest®

Janssen-Cilag A/S (Janssen) hevur valt at steðga framleiðsluni av Cilest tablettum.
Heilivágur fyri blóðtøpp hevur fingið treytað tilskot
26.08.2019

Heilivágur fyri blóðtøpp hevur fingið treytað tilskot

Heilivágurin Brilique 60 mg tablettir hevur fingið treytað tilskot. Áður hevur lækni skula søkt um einstaklingatilskot til ávísar sjúklingar sum eru í viðgerð við Brilique 60 mg tablettum.
Nýggj kunngerð um ókeypis koppseting ímóti ávísum sjúkum
15.08.2019

Nýggj kunngerð um ókeypis koppseting ímóti ávísum sjúkum

19. juli 2019 hevur Heilsu- og innlendismálaráðið ásett nýggja kunngerð um ókeypis koppseting ímóti ávísum sjúkum. Framyvir kunnu dreingir í aldrinum 12-17 ár verða koppsettir ókeypis ímóti humant papillomavirus HPV.
Nýggj kunngerð um prístalsviðgerð av tilskoti til tilskotsheimilaðan heilivág
05.07.2019

Nýggj kunngerð um prístalsviðgerð av tilskoti til tilskotsheimilaðan heilivág

1. juli 2019 hevur Heilsu- og innlendismálaráðið ásett nýggja kunngerð um prístalsviðgerð av tilskoti til tilskotsheimilaðan heilivág.
Heilivágur fyri skrubb hevur fingið treytað tilskot
20.05.2019

Heilivágur fyri skrubb hevur fingið treytað tilskot

Lægemiddelstyrelsen hevur avgjørt, at heilivágurin permethrin fyri skrubb, fær treytað tilskot frá 20. mai 2019.
Rivastigmin hevur fingið treytað tilskot
08.04.2019

Rivastigmin hevur fingið treytað tilskot

Lægemiddelstyrelsen hevur avgjørt, at heilivágurin rivastigmin fær treytað tilskot frá 08. apríl 2019.
Nýggj barnakoppseting
06.03.2019

Nýggj barnakoppseting

Frá mars mánað verður grundvaksinan í barnavaksinatiónsprogramminum broytt. Pentavac verður tøk at bíleggja mikudagin 13.03.19.
Kunningarskriv
14.12.2018

Kunningarskriv

Í desembur mánaði vóru umboð frá Tjaldurs Apoteki úti og vitjaðu læknaviðtalurnar í Tórshavn og handaðu teimum kunningarskriv viðvíkjandi ordinatión av forskriftaheilivági í Cosmic.
Ókeypis koppseting fyri meslingar
23.11.2018

Ókeypis koppseting fyri meslingar

Heilsu- og innlendismálaráðið hevur avgjørt, at tað nú skal verða ókeypis fyri vaksin at koppsetast fyri meslingar, um tey ikki longu eru mótstøðufør ella koppsett.
Tilskot til heilivág fyri astma og KOL
19.11.2018

Tilskot til heilivág fyri astma og KOL

Tilskot til ávís sløg av heilivági fyri astma og KOL er broytt tann 19. novembur 2018. Sjúklingar ið nýta hendan heilivág verða biðin um at venda sær til lækna.
Tilskot til heilivág fyri trupulleikar við bløðruni
19.11.2018

Tilskot til heilivág fyri trupulleikar við bløðruni

Tilskot til ávís sløg av heilivági fyri trupulleikar við bløðruni er broytt tann 19. novembur 2018. Tann dýrari heilivágurin missur generelt tilskot ella fær generelt klausulerað tilskot. Sjúklingar ið nýta hendan heilivág verða biðin um at venda sær til lækna.
Metoprolol GEA missur tilskot
13.08.2018

Metoprolol GEA missur tilskot

Tann 13. august 2018 er ikki longur tilskot til heilivágin Metoprolol "GEA" depottablettir, sum innihalda metoprololtartrat.
Upplatingartíðir